Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

17. mars 2023 13:06

Eystari Landsrættur staðfesti dóm í stórum hashmálið

Innsmugling av stórari mongd av hashi til Føroya var ikki fevnt av revsilógini.

Málið var um innsmugling av 9,3 kg. av hashi. Hashið var smuglað til Føroya í fjør summar, tá ein dani kom til Føroya við hashinum í einum bili, sum var serliga innrættaður til smuglingina. Maðurin bleiv tikin av politinum, tá hann royndi at avhenda hashið til ein føroyskan mann og eina føroyska kvinnu.

Av tí at talan var um sera stóra nøgd av hashi, og at innsmuglingin harumframt var professionelt fyriskipað, hevði ákæruvaldið reist ákæru eftir ásetingini í revsilógini um grovan narkotikakriminalitet.

Ákæruvaldið fekk ikki viðhald í Føroya Rætti um, at dømast skuldi eftir revsilógini. Føroya Rættur dømdi í staðin øll trý fyri brot á lóggávuna um euforiserandi evni. Lóggávan um euforiserandi evni verður brúkt til minni álvarslig mál um t.d. smugling av narkotika.

Ákæruvaldið kærdi málið til landsrættin við pástandi um, at tey ákærdu skuldu dømast fyri brot á revsilógina um grovan narkotikakriminalitet, og at revsingin harumframt skuldi herðast. Ákæruvaldið vísti m.a. á, at talan var um eina sera stóra nøgd, sum hevði eitt sera høgt søluvirði í Føroyum. Harumframt var víst á, at talan var um eina professionella innsmugling, sum hevði fleiri viðvirkandi í Føroyum og í Danmark.

Landsrætturin staðfesti í gjár dómin hjá Føroya Rætti, sum m.a. hevði grundgivið við, at markið fyri brot er á revsilógina í útgangsstøðinum er 10kg av hashi.

Staðfestingin merkir eisini, at føroyski maðurin fekk 2 ára treytaleysa fongsulsrevsing, danin fekk 1 ár og 6 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, og kvinnan fekk 1 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

 

§ 191 í revsilógini um grovan narkotikakriminalitet

 

§ 191. Tann, sum ímóti lóggávuni um euforiserandi evni til fleiri persónar ella fyri mundandi gjald ella undir øðrum serliga skerpandi umstøðum avhendir slík evni, verður revsaður við fongsli í upp til 10 ár. Er talan um avhending av munandi mongd av serliga vandfamiklum ella skaðiligum evni, ella hevur avhendingin av slíkum evni á annan hátt verið av serliga vandamiklum slag, kann revsingin vaksa til fongsul upp i 16 ár.
   Stk. 2. Somu revsing fær tann, sum ímóti lóggávuni um euforiserandi evni innflytur, útflytur, keypir, útflýggjar, tekur ímóti, framleiðir, viðger ella hevur um hendi slík evni við tilætlan um at avhenda tey, soleiðis sum nevnt er í stk. 1.

 


Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).

16. september 2026

Føroya Politi

Vilt tú vera partur av nýggju fyribyrgingareindini hjá Føroya Politi?

Føroya Politi styrkir nú tað kriminalitetsfyribyrgjandi arbeiðið við at seta á stovn eina fyribyrgingareind, og tí søkja vit eftir tveimum starvsfeløgum. Av tí at talan er um eina nýggja eind, fært tú møguleika at vera við til at byggja víðari upp á verandi royndir, samstundis sum vit skulu ganga nýggjar leiðir og menna nýggj hugskot.