Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

18. november 2020 15:42

Deil

Deil

Ferðslutrygdin er raðfest

Ráðið Fyri Ferðslutrygd og politiið seta støðugt yvirskipaðu ferðslutrygdarviðurskiftini í Føroyum í miðdepilin. Í tøttum samstarvi miða myndugleikarnir eftir at gera ferðsluátøk á støðum, har vandin er størst fyri ferðandi í ferðsluni.

Politiið

Mynd: Trine Nielson

Ráðið Fyri Ferðslutrygd og politiið seta støðugt yvirskipaðu ferðslutrygdarviðurskiftini í Føroyum í miðdepilin. Í tøttum samstarvi miða myndugleikarnir eftir at gera ferðsluátøk á støðum, har vandin er størst fyri ferðandi í ferðsluni. 

Myndugleikarnir hava sum felags mál at økja um ferðslutrygdina, at økja um tryggleikan hjá borgarunum og at tryggja skynsemi í ferðsluni. 

Í hesum arbeiðnum er parturin hjá politinum at raðfesta ítøkilig og miðvís tiltøk, sum taka støði í áðurnevndu ferðsluátøkum. 

Serligur dentur verðu lagdur á ferðslulógarbrot, sum kunnu viðføra stóran skaða á fólk, ella at ferðandi doyggja í ferðsluni. 

Hetta umfatar m.a.:

- Týðandi brot á ferðslulógina, sum føra til klipp í koyrikortið.

- Ikki at vera nóg ansin í mun til átakið - ”Tig og Koyr” / ”5 sekund = 111 m v/ 80 km/t”

- Tá koyrt verður ov skjótt í mun til átakið – ”halt hámarksferðina, ókey?”


Í 2018 doyði eingin persónur í ferðsluni. Í 2019 doyði ein persónur í ferðsluni. Higartil í 2020 er eingin persónur deyður í ferðsluni. 


Hendan gongdin er ógvuliga positiv. Serliga tá hugsað verður um, at tað nú bert eru heilt fáir borgarar, sum uppliva ógvusligar vanlukkur, ella eru avvarðandi hjá persónum, sum eru deyðir í ferðsluni.

Uppgerð yvir ferðslulógarbrot í 2020 vísir, at tað framhaldandi er neyðugt at gera vart við týdningin av, at ferðandi í ferðsluni eru árvakin og skynsom. 

Higartil hevur politiið í Føroyum skrivað 1861 mál fyri brot á ferðslulógina. 

Býtið er soleiðis: 

- 377 mál eru skrivaði fyri lógarbrot, sum føra til klipp í koyrikortið.
- 338 mál eru skrivaði viðvíkjandi handhildnari fartelefon.
- 230 mál eru skrivaði viðvíkjandi ov høgari ferð.

Hendan gongdin er ikki positiv. Vit kunnu tí bara staðfesta, at helmingurin av øllum málunum viðvíkja ferðslulógarbrotum, har vit av royndum vita, at ferðslutrygdin hjá borgarunum verður sett í týðandi vanda.

Politiið í Føroyum hevur tí hesa áheitan til øll ferðandi í ferðlsuni. Set ferðina niður. Koyr bil, tá ið tú koyrir bil. 
 

Deil

Deil

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

Fleiri tíðindi

23. januar 2021

Føroya Politi

24 ára gamal varðhaldsfongslaður í 2 vikur

Ein 24 ára gamli maður bleiv í morgun kl. 10.00 framstillaður í grundlógarforhoyr í Føroya Rætti, skuldsettur fyri brot á narkotika lógina

22. januar 2021

Føroya Politi

Handtikin fyri brot á narkotika lógina

Narko politiið handtók kl. 16.57 ein 24 ára gamlan mann og skuldsetti hann fyri brot á narkotika lógina.

22. januar 2021

Føroya Politi

4 mans varðhaldsfongslaðir

Grundlógarforhoyrið í Føroyar Rætti endaði fyri løtu síðani