Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

6. desember 2023 13:15

Føroya Landfúti søkir eftir sýslumanni til Norðoya og Eysturoyar sýslu

Eitt starv sum sýslumaður er leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Starvstíðin er galdandi í trý ár.

Um starvið:

Sýslumenn eru settir av Føroya Landfúta, men røkja arbeiðsuppgávur fyri føroyskar og danskar myndugleikar. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:

  • Náttúrufriðingarmál smb. lóg um náttúrufriðing
  • Landbúnaðarmál smb. lóg um landbúnaðarstevnur
  • Grannastevnur smb. lóg fyri Føroyar um grannastevnu v.m.
  • Borgarligar vígslur
  • Stuðul í samband við brævaatkvøður til fólkatingsvalið
  • Skipan av grindarakstri- og drápi eftir lóg og kunngerð um grind
  • Skráseting av hagastýri eftir áseting í lóg fyri Føroyar um hagastýri og røkt v.m.
  • Viðgerð av umsóknum um seyðamark

Sum sýslumaður skalt tú sjálvstøðugt røkja omanfyri nevndu uppgávur. Tó kanst tú í ávísan mun ráðføra teg við hinar sýslumennirnar. Sýslumenn avloysa hvønn annan í samband við feriur o.a. og tí er tað umráðandi, at tann, ið settur verður, er lagaligur, hevur heildaratlit og er fúsur at traðka til, tá ið á stendur.

 

Vit vænta, at tú:

  • Hevur eina viðkomandi útbúgving og kennir til arbeiðsuppgávurnar hjá Føroya Politi
  • Dugir væl at samskifta, bæði skrivliga og munnliga á føroyskum og donskum
  • Ert væl skipað/ur, miðvís/ur, nágreinilig/ur og hevur góðskuna í arbeiðinum fyri eygað
  • Dugir at samstarva og finna loysnir, har fleiri partar eru íblandaðir
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og megnar at raðfesta uppgávurnar
  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur

 

Løn- og setanartreytir verða sambært avtalu. Setanin er treytað av, at tú kanst trygdargóðkennast av PET, og verður starvið sett so skjótt sum trygdargóðkenningin fyriliggur.

Hevur tú spurningar til starvið og arbeiðsuppgávurnar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Hans Martin Joensen, sýslumann ella Michael Boolsen, fúta.

Umsókn við viðkomandi skjølum skal sendast til FO-personalekontor@politi.dk í seinasta lagi tann 10. desembur 2023. Samrøður við umsøkjarar verða væntandi hildnar í viku 50.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).