Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

22. mars 2024 14:10

Endurlýsing - Føroya Landfúti søkir eftir sýslumanni til Norðoya og Eysturoyar sýslu

Eitt starv sum sýslumaður er leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Starvstíðin er galdandi í trý ár.

Um starvið:

Sýslumenn eru settir av Føroya Landfúta, men røkja arbeiðsuppgávur fyri føroyskar og danskar myndugleikar. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:

- Náttúrufriðingarmál smb. lóg um náttúrufriðing
- Landbúnaðarmál smb. lóg um landbúnaðarstevnur
- Grannastevnur smb. lóg fyri Føroyar um grannastevnu v.m.
- Borgarligar vígslur
- Stuðul í samband við brævaatkvøður til fólkatingsvalið
- Skipan av grindarakstri- og drápi eftir lóg og kunngerð um grind
- Skráseting av hagastýri eftir áseting í lóg fyri Føroyar um hagastýri og røkt v.m.
- Viðgerð av umsóknum um seyðamark

 

Sum sýslumaður skalt tú sjálvstøðugt røkja omanfyri nevndu uppgávur. Tó kanst tú í ávísan mun ráðføra teg við hinar sýslumennirnar. Sýslumenn avloysa hvønn annan í samband við feriur o.a. og tí er tað umráðandi, at tann, ið settur verður, er lagaligur, hevur heildaratlit og er fúsur at traðka til, tá ið á stendur.

Vit vænta, at tú:

- Hevur eina viðkomandi útbúgving og kennir til arbeiðsuppgávurnar hjá Føroya Politi
- Dugir væl at samskifta, bæði skrivliga og munnliga á føroyskum og donskum
- Ert væl skipað/ur, miðvís/ur, nágreinilig/ur og hevur góðskuna í arbeiðinum fyri eygað
- Dugir at samstarva og finna loysnir, har fleiri partar eru íblandaðir
- Kanst arbeiða sjálvstøðugt og megnar at raðfesta uppgávurnar
- Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur

 

Løn- og setanartreytir verða sambært avtalu. Setanin er treytað av, at tú kanst trygdargóðkennast av PET, og verður starvið sett so skjótt sum trygdargóðkenningin fyriliggur.

 

Hevur tú spurningar til starvið og arbeiðsuppgávurnar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Hans Martin Joensen, sýslumann ella Michael Boolsen, fúta.

Umsókn við viðkomandi skjølum skal sendast til FO-personalekontor@politi.dk í seinasta lagi tann 17. apríl 2024.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

7. mars 2025

Føroya Politi

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Føroya Politi hevur í samstarvi við National Enhed for Særlig Kriminalitet (NSK) kannað ein bólk, ið stóð fyri smugling av hassji og amfetamini úr Danmark til Føroyar. Fýra fólk eru í dag dømd í málinum.

4. mars 2025

Føroya Politi

Revsingin fyri at hava hassj uppi á sær herd

Føroya Rættur hevur við dómum frá 28. februar tikið undir við ákæruvaldinum í, at sektarstøðið fyri at hava hassj uppi á sær til egna nýtslu skal vera hægri

27. februar 2025

Føroya Politi

Stórt mál um rúsevnasmugling í rættin í næstu viku

Eitt mál um smugling av uml. 3,8 kg av amfetamini og uml. 23 kg av hassji til Føroyar skal viðgerast í Føroya Rætti í næstu viku.