Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

6. juni 2024 14:52

MENTANARNÁTTIN 2024

Føroya Politi luttekur á Mentanarnáttini 7. juni kl. 17.00 - 20.00

Mentanarnátt 2024

Á Mentanarnáttini skipar politiið fyri tiltaki á parkeringsøkinum uttanfyri politistøðina. Her verður høvi at síggja okkara politibilar, bát og motorsúkklur.

Kl. 18.00 - 19.00 Møguleiki at hitta og práta við ein ákæra.
Kl. 17.00 - 20.00 Heinta títt pass í Borgaratænastuni.

Kaffi,te og saft við onkrum góðum afturvið verður at fáa í kantinuni.

Verið vælkomin á Mentanarnátt hjá Føroya Politi.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).