Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

11. februar 2026 12:28

Framsíggin fyrisitingarlig starvsfólk til nýggjastu deildina hjá Føroya Politi

Hevur tú hug at gerast partur av "Udlændinge Kontrol Afdelingen" (UKA) hjá Føroya Politi og á henda hátt verða við at skipa útlendingaftirlitið í Føroyum? Dugir tú væl at skipa tínar arbeiðsuppgávur, hevur tú áræði og hug at koma út av skrivstovuni? So er hetta starvið nakað fyri teg!

Um starvið og deildina:

Føroya Politi setti eina útlendingaeftirlitsdeild á stovn í fjør. Deildin er staðsett í Tórshavn og á flogvøllinum í Vágum. Høvuðsuppgávan hjá deildini er at tryggja rætt innferðaeftirlit og fráferðaeftirlit til og úr Føroyum. Deildin hevur eisini ábyrgdina av samskipa alt marknaeftirlit til og úr Føroyum, bæði sjóvegis og loftvegis.Sum fyrisitingarligt starvsfólk fært tú møguleika fyri at seta dám á deildina, og tú verður við til at deildin verður virkin og væl skipað frá byrjan av.

 

Tínar arbeiðsuppgávur:

Tú verður ein týdningarmikil partur av Schengen-samstarvinum, og tú verður til at útinna útlendinga- og marknaeftirlit eftir einum høgum felags leisti.

Sum fyrisitingarligt starvsfólk fert tú at hava ein týdningarmiklan leiklut í eftirlitsdeildini og tú skalt millum annað:
 - Samskipa og leggja útlendingaeftirlit til rættis
 - Gera fyrisitingarligt eftirlit av skips-og flogferðslu í skipanunum hjá politinum
 - Útinna útlendinga- og marknaeftirlit við innferð og fráferð
 - Svara og handfara fyrispurningar frá borgarum viðv. útlendinga- og marknaeftirlitsøkinum
 - Stuðla undir hagtalsgreining og optimering í samband við manngongdir hjá nýggju deildini

Tú verður útbúgvin innan marknaeftirlit og nýtslu av viðkomandi telduskipanum innan økið.

 

Um teg:

 - Tú ert skipað/ur, ábyrgdarfull/ur og hevur royndir við fyrisitingarligum uppgávum og handfaring av data
 - Tær dámar væl at hava samband við borgarar, ert tænastusinnað/ur og dugir samstundis at vera í leiklutinum sum myndugleiki
 - Tú hevur áræði og hug at seta teg inn í nýggj arbeiðsøki, KT-skipanir og lóggávu á útlendinga- og marknaeftirlitsøkinum
 - Tú dugir føroyskt og/ella danskt flótandi skrivliga og munnliga. Harafturat skalt tú hava góð evni at samskifta á enskum
 - Tú leggur dent á smálutirnar, tekur ábyrgd og ert álítandi
 - Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur eina jaliga tilgongd til tínar arbeiðsuppgávur
 - Tú trívist í einum starvi, har arbeiðsuppgávurnar eru skiftandi og tú hevur samband við borgarar
 - Tú hevur útbúgving innan fyrisiting ella aðra líknandi útbúgvin og royndir. Tú fært undirvísing í teimum ymsu KT-skipanunum, sum tú skalt arbeiða við
 - Tú hevur møguleika at arbeiða í vikuskiftum og summar vanligar dagar aftaná kl. 16.00
 - Tú hevur koyrikort til bólk B

 

Vit bjóða tær:

 - Ein týðandi leiklut í einari nýggjari deild
 - Møguleikan fyri at seta dám á menningina av marknaeftirlitinum í Føroyum
 - Útbúgving innan marknaeftirlit og upplæring í KT-skipanunum hjá politinum
 - Fjølbroyttar og mennandi arbeiðsuppgávur
 - Eitt fakliga sterkt umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og kunnleika

 

Løn og setanartreytir:

Løn og setanartreytir verða ásettar eftir galdandi sáttmála millum HK-felagið og Moderniseringsstyrelsen.

 

 

Tín starvssetan er treytað av, at tú verður trygdargóðkend/ur av PET og tú kanst varðveita trygdargóðkenningina gjøgnum setanarskeiðið.

Umsóknarfreistin er 4. marts 2026.

 

Umsókn, CV og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til HR-deildina á teldupost: fo-personalekontor@politi.dk

 

Vilt tú vita meira um starvið?

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Heina Jacobsen, politikommissær, á tlf. 288382 ella á teldupost hja012@politi.dk .

 

Vit mæla øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til kyn, aldur, ættarslag, átrúnaðarliga áskoðan ella etniskan uppruna til at søkja starvið.

 

 

//DANSK

Udviklingsorienteret administrativ medarbejder til udlændingekontrolopgaver hos Færøernes Politi

Vil du være en del af Udlændingekontrolafdelingen (UKA) hos Færøernes Politi og bidrage til at skabe stærke rammer for fremtidens udlændingekontrol på Færøerne? Har du en struktureret tilgang til dine arbejdsopgaver, lyst til at lære nyt - og er du samtidig parat til at komme ud af kontoret? Så kan denne stilling være noget for dig.

 

Om stillingen og den nyeste afdeling ved Færøernes Politi

Færøernes Politi etablerede en udlændingekontrolafdeling sidste år, som har til opgave at planlægge, koordinere og gennemføre grænsekontrol på Færøerne. Afdelingen er placeret ved lufthavnen på Vágar og i Torshavn.
Afdelingens primære opgave er at sikre korrekt ind- og udrejsekontrol til og fra Færøerne. Da der er tale om en ret ny afdeling, vil en del af arbejdet være præget af udvikling, opbygning af processer og etablering af robuste arbejdsgange.
Som administrativ medarbejder får du derfor mulighed for at sætte dit præg på afdelingens udvikling, og være med til at sikre effektive løsninger og gode strukturer fra starten.

 

Dine opgaver

Du bliver en vigtig del af Schengensamarbejdet, hvor formålet er at udføre grænsekontrol efter fælles europæiske standarder.

Som administrativ medarbejder vil du spille en central rolle i afdelingens arbejde, og dine opgaver vil blandt andet være at:
 - Koordinere og planlægge grænsekontrolopgaver.
 - Udføre kontrol af skibs- og flytrafik, herunder søgninger og opslag i politiets IT-systemer.
 - Medvirke til korrekt og fyldestgørende ind- og udrejsekontrol, herunder kontrol af pas/rejsedokumenter og identitet.
 - Besvare og håndtere borgerhenvendelser inden for udlændinge- og grænsekontrolområdet.
 - Bidrage til dataanalyse og optimering af afdelingens arbejdsprocesser.

 

Der vil være særskilt uddannelse i grænsekontrol samt oplæring i de IT-systemer, der anvendes.

Vi søger dig, der:

 - Er struktureret, ansvarsbevidst og har erfaring med administrative opgaver og datahåndtering.
 - Trives med borgerkontakt, er serviceminded og samtidig kan agere myndighedsperson, når situationen kræver det.
 - Er villig til at sætte dig ind i relevant lovgivning inden for udlændinge- og grænsekontrolområdet.
 - Behersker dansk og/eller færøsk flydende - både skriftligt og mundtligt - og kan begå dig på engelsk.
 - Arbejder detaljeorienteret og pålideligt med fokus på kvalitet og ansvarlig opgaveløsning.
 - Er nysgerrig, læringsparat og har lyst til at sætte dig ind i nye fagområder og IT-systemer.
 - Kan arbejde selvstændigt og har en proaktiv tilgang til dine opgaver.
 - Er fleksibel og robust og trives i en hverdag med varierede opgaver og borgerkontakt.
 - Din baggrund kan med fordel være en administrativ uddannelse, men du kan også have en anden uddannelsesmæssig baggrund.
 - Har mulighed for at arbejde i weekender og nogle dagligdage efter kl. 1600
 - Har kørekort til kat. B

 

 

Vi tilbyder:

 - En central rolle i en nyoprettet enhed.
 - Mulighed for at præge udviklingen af grænsekontrol på Færøerne.
 - Uddannelse inden for grænsekontrol samt oplæring i politiets IT-systemer.
 - Varierede, udviklende og meningsfulde arbejdsopgaver.
 - Et fagligt stærkt miljø med fokus på samarbejde, læring og udvikling.

 

 

Løn- og ansættelsesvilkår:

Du ansættes på overenskomstvilkår i henhold til den til enhver tid gældende organisationsaftale for kontorfunktionærer i staten mellem Finansministeriet og HK/Stat samt OAO-s fællesoverenskomst.

 

 

Det er en forudsætning for din ansættelse, at du kan blive sikkerhedsgodkendt og opretholde den nødvendige sikkerhedsgodkendelse gennem hele din ansættelse.

 

 

Ansøgningsfrist og kontakt:

Ansøgningsfristen er 4. marts 2026.

Du kan sende din ansøgning, CV og anden relevant dokumentation til HR-afdelingen via e-mail: fo-personalekontor@politi.dk .

Ved spørgsmål kan du henvende dig til Heini Jacobsen, politikommissær, på tlf. +298 288382 eller på mail: hja012@politi.dk

Vi opfordrer alle interesserede uanset alder, køn, religion eller etnisk tilhørsforhold til at søge stillingen

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

12. februar 2026

Føroya Politi

Føroya Politi ávarar um vandamikið rúsevni

Í Føroya Rætti í gjár vórðu tveir mans dømdir 12 ára langar fongsulsrevsingar fyri at hava smuglað stórar nøgdir av nýggja rúsevninum Pinaca til Føroya. Talan er um eitt flótandi rúsevni, sum er sera vandamikið.

6. februar 2026

Føroya Politi

Misnýtt politiskelti

Fyrr í vikuni sendi Føroya Politi tíðindaskriv út um skuldsetingina av einum fyrrverandi politisti, sum við fleiri handilsstarvsfólk hevði sagt seg vera politistur. Til hesar hendingarnar misnýtti viðkomandi eitt politiskelti.

3. februar 2026

Føroya Politi

Skuldsettur fyri at siga seg vera politistur

Um vikuskiftinum hevur Føroya Politi fingið tríggjar fráboðanir frá handlum í Tórshavn, har ein persónur hevur sagt seg vera politistur yvir fyri starvsfólkum í handlunum.