Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

25. august 2023 11:53

Fyrsta vikan hjá Eystara Landsrætti í Føroyum

Eystari Landsrættur er í Føroyum um dagarnar og fyrstu vikuna hava trý revsimál verið á skrá.

Mikudagin 23. august vóru tvey mál á skrá. Annað málið snúði seg um revsingina fyri brot á djóravælferðarlógina. Í hesum máli fellur dómur 31. august. Í hinum málinum bleiv kæran tikin aftur. Tá ein kæra verður tikin aftur, verður dómurin hjá Føroya Rætti endaligur. Málið snúði seg um harðskap. 

Hósdagin 24. august viðgjørdi landsrætturin eitt mál um kynsliga misnýtslu av barni undir 12 ár. Ákærdi hevði í Føroya Rætti fingið 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri annað kynsligt samband enn samlegu við abbadóttir sína, sum var undir 12 ár, tá brotini fóru fram. 

Landsrætturin staðfesti dómin hjá Føroya Rætti. 

Eins og í Føroya Rætti luttaka dómsmenn í revsimálum í landsrættinum, um spurningur er um fongsulsrevsing, sum er 6 mánaðir ella meira. Dómsmenn eru vanlig fólk uttan løgfrøðiliga bakgrund. Í landsrættinum eru tríggir løgfrøðiligir dómarar og tríggir dómsmenn. Dómsmenn luttóku í málinum hósdagin.

 

 

Østre Landsrets første uge på Færøerne

Østre Landsret er disse dage på Færøerne og den første uge er tre straffesager blevet afgjort.


Onsdag den 23. august var to sager lagt for retten. Den ene sag omhandlede straffen for brud på dyrevelfærdsloven. I denne sag bliver dom afsagt den 31. august. I den anden sag blev anken trukket tilbage. Når en anke bliver trukket tilbage, bliver dommen fra Retten på Færøerne endelig. Sagen drejede sig om vold.

Torsdag den 24. august behandlede landsretten en sag om seksuelt misbrug av et barn under 12 år. Den tiltalte havde i Retten på Færøerne fået 10 måneders ubetinget fængselsstraf for andet seksuelt forhold end samleje med sit barnebarn, som var under 12 år, da lovovertrædelserne foregik.

Landsretten stadfæstede Retten på Færøernes dom.

Ligesom i Retten på Færøerne deltager domsmænd i straffesager i landsretten, hvis det drejer sig om fængselsstraf, som er seks måneder eller mere. Domsmænd er almindelige mennesker uden juridisk baggrund. I landsretten er tre juridiske dommere og tre domsmænd. Domsmænd deltog i sagen i torsdags.  
 

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

3. juni 2025

Føroya Politi

Bílegg tíð til borgaratænastuna

Nú skalt tú bíleggja tíð til borgaratænastuna hjá Føroya Politi í Tórshavn. So sleppur tú undan langari bíðitíð, tá ið tú kemur á politistøðina, og tú tryggjar tær eisini, at tú sleppur framat.

28. mai 2025

Føroya Politi

Útvístur fyri falskt pass

Ein maður í tretivunum, sum kom til Føroya við Norrønu í gjár, vísti eitt falskt pass, tá ið hann varð biðin um samleikaprógv. Í grundlógarhoyring í Føroya Rætti fyrrapartin játtaði maðurin seg sekan. Hann varð dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing og útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í trý ár.

20. mai 2025

Føroya Politi

40 daga treytaða fongsulsrevsing fyri viðmerking á Facebook

Ein kvinna í tjúgunum varð í dag dømd 40 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at hótta ein dómara, sum starvast í Føroya Rætti. Kvinnan hevði á almennu Facebook-síðuni hjá Kringvarpi Føroya viðmerkt eina grein um ein dóm, sum dómarin hevði sagt. Í viðmerkingini hótti hon dómaran eftir lívinum.