Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

21. desember 2022 09:33

Fyrsti dómur fyri brot á § 192a um vápn

Føroya Rættur hevur sagt fyrsta dómin um brot á § 192a í revsilógini um vápn.

Í málinum var ein 26 ára gamal maður ákærdur fyri, undir serliga skerpandi umstøðum, at hava havt eina riflu við kikarasikti og 90 patrónir við sær í einum bili. Riflir eru í útgangsstøðinum ólógligar í Føroyum, og ákæruvaldið hevði tí reist ákæru eftir § 192a.

Í dómsniðurstøðuni vísti Føroya Rættur á, at tað er fevnt av § 192a í revsilógini at hava eitt vandamikið vápn um hendi á almennum stað, og at tað ikki vóru umstøður í ítøkiliga málinum, sum høvdu við sær, at talan ikki var um serliga skerpandi umstøður. Rætturin vísti á, at hóast vápnið var tikið sundur, kundi tað skjótt og lætt setast saman aftur.

Tá ið mett var hvat revsingin skuldi verða, vísti Føroya Rættur á, at tað í viðmerkingunum til ásetingina, sum var sett í gildi 1. januar 2010, stendur, at hevur tú vandamikil vápn um hendi saman við lóðuri á almennum støðum, skal hetta í útgangsstøðinum hava eina revsing við sær uppá fongsul í 6 mánaðar.

Maðurin bleiv dømdur 7 mánaða treytaða fongsulsrevsing. Málið fevndi afturat vápnamálinum um eitt harðskapsmál og eitt mál um deiling av einum sjónbandabroti.

Dómurin er ikki kærdur.

 

§ 192a ljóðar soleiðis:

 

Tann, sum ímóti løgtingslóg um vápn o.a. undir serliga skerpandi umstøðum hevur skotvápn um hendi, hevur skotvápn uppi á sær ella nýtir skotvápn, verður revsaður við fongsli í upp til 4 ár, tá ið brotið fer fram á einum stað, har frítt er hjá almenninginum at koma.

 


Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).