Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

14. august 2018 23:00

Gamalt mál tikið upp aftur

Politiið í Føroyum hevur tikið málið upp aftur, viðvíkjandi illgrunasama deyða Mariu Fuglø Christiansen í Hvannasundi í november 2012.

Politiið í Føroyum hevur tikið málið upp aftur, viðvíkjandi illgrunasama deyða Mariu Fuglø Christiansen í Hvannasundi í november 2012.

 

Politiið heitir tí á fólk, sum halda seg vita okkurt um málið, um at venda sær til politiið skjótast til ber á tlf. 114. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum fyrr eru avhoyrd í málinum.

 

Politiið skrásetir øll sum ringja inn um málið, og setir seg í samband við tey aftur skjótast gjørligt.

 

Sjálvt um vitanin, tú situr inni við kann tykjast uttan týdning og ónýtilig, verða øll biðin um, at venda sær til politiið. Upplýsingarnir kunnu vísa seg, saman við øðrum kanningum hjá politinum, at hava týdning fyri málið.

 

Endamálið við at taka málið upp aftur, er at lýsa málið so gjølla sum til ber. Í tí sambandi er umráðandi, at øll sum hava eina vitan um málið, venda sær til politiið.

 

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).