Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

3. apríl 2016 23:00

Hald lagt á nógv hash

Hald lagt á 2,6 kg av hashi

Seinastu 10 dagarnar, hevur Tollvaldið saman við politinum lagt hald á 2,6 kg av hashi, ið hevur eitt søluvirðið á svarta marknaðinum í Føroyum uppá tilsamans í minsta lagi 650.000 kr.

 

Leygardagin tann 26. marts 2016 kl. 20:35 (páskaaftan) bleiv ein 60 ára gamal maður handtikin á flogvøllinum í Vágum, tá hann royndi at smugla 2 kg av hashi, sum hann goymdi í viðførinum.

 

Maðurin bleiv varðhaldsfongslaður 27. marts (1. páskadag) til 20. apríl, meðan nærri kanningar fara framm í málinum.Í morgun kl. 05:35 bleiv ein 33 ára gamal maður handtikin umborð á Norrønu, har hann royndi at smugla 600 gram av hashi, sum hann goymdi í viðførinum.Kl. 10:30 bleiv so ein 22 ára gamal maður handtikin í miðbýnum í Havn, tí hann var eigarin av hashinum.

Báðir menninir viðgingu seg sekar og vóru tíðliga seinnapartin í Føroya Rætti dømdir 2 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing hvør.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).