Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

30. november 2017 00:00

Harðskapsmál í Vágsbotni

Ungur maður var álopin og sligin niður í Vágsbotni í Havn.

Í samband við harðskapsmálið uttan fyri Kallkyn, í Vágsbotni leygarmorgunin 25. november 2017, kl. 03.44, tá ein ungur maður var álopin og sligin niður, stendur politiið mestsum á berum, og ynskir tí hjálp frá fólki, sum vóru í økinum, og møguliga hava sæð eitt ella annað.

 

Brotsmaðurin verður lýstur sum:

Maður, føroyingur, uml. 25 ár, uml. 185 cm, vanliga bygdur,

ílatin gráa opna hettutroyggju, svarta/ T-shirt, cowboybuksir og renniskógvar.

Brotsmaðurin hevði hettuna á høvdinum, og hevði ein gráligan kepp innanundir.

Hann hevði onki skegg, men møguliga skeggstubbar og hevði markanta høku og kjálkabein.

Brotsmaðurin rann frá staðnum móti Hvonn og víðari inn móti býnum.

 

Hevur tú upplýsingar til málið, ring 114.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).