Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

19. apríl 2016 23:00

Harðskapsmál sunnumorgunin og løgregnan sóknast eftir vitnum

Sunnumorgunin tann 17. apríl 2016 uml. kl. 0350 bleiv ein maður álopin á Tinghúsvegnum út fyri Klubbagarðin í Havn.

Maðurin stóð og bíðaði eftir einu hýruvogni og hann var einsamallur.

 

Til hansara komu tríggir menn. Hesir verða lýstir soleiðis:

  1. Uml. 25 ár, stutt, ljóst hár,170-175 cm. høgur, vanliga bygdur

  2. Uml. 25 ár, myrkt, ljóst hár, uml. 180 cm. høgur, kanska ílatin svartan jakka

  3. Ongar upplýsingar.

Tann eini av hesum slerdi hann niður og eftirfylgjandi er hann sligin fleiri ferðir. Hann svímaði, og tá hann vaknaði aftur, vóru menninir farnir.

 

Staðfest er, at skaðarnir, hann hevur fingið, er blátt eyga, blá merkir á kroppinum og brotið bein.

 

Ongi vitnir eru til málið, og løgreglan ynskir at hoyra fólki, sum vita ella halda seg vita, hvørjir gerningsmenninir eru ella sum hava sæð tilburðin ella verið á staðnum.Órættaði er 48 ár, 186 cm. høgur, grásprongt myrkt hár, ílatin myrk klæðir - Myrkabláa troyggu, svartan klædningsjakka og byrkar buksur. Hevði gulleinkju um hálsin.

 

Fólk, sum hava upplýsingar verða biðin um at ringja til Løgregluna, tlf. 351448

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).