Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

9. mai 2017 23:00

Harðskapsmálið í Havn seinasta vikuskiftið

Náttina til leygardagin tann 6. mai 2017 kl. 01.00 fekk løgreglan eina fráboðan um eitt álvarsligt harðskapsmál.

Hendingin fór fram á Íslandsvegnum millum nr. 3 og Landavegin 62 í Havn.

 

Fáar minuttir eftir kl. 02.00 handtók løgreglan 2 mans, sum eru ávikavist 21 og 23 ára gamlir.

 

Hesir báðir menninir blivu grundlógaravhoyrdir í Føroya Rætti seint seinnapartin leygardagin og varðhaldsfongslaðir í 4 vikur.

 

Løgreglan kannar framvegis málið og hevur funnið øksina, sum vit meta hevur verið nýtt til harðskapin.

 

Løgreglan vil framvegis fegin hoyra frá fólki, ið hava sæð ella hoyrt okkurt um hendingina.

Løgreglan hevur tlf. 351448 ella 114

 

Tað er týdningarmikið at nevna, at talan er um tilvildarligan harðskap, tí harðskapurin hendi millum fólk, sum kendust. Borgarar nýtast tí ikki at bera ótta fyri at verða fyri harðskapi úti á gøtuni.

 

Løgreglan vil takka øllum, sum hava hjálpt til við kanningararbeiðnum higartil.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).