Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

3. mai 2023 15:49

Útvístur fyri blúnisbrot

Ein dómsmansrættur í Føroya Rætti hevur í dag dømt ein 31 ára gamlan mann 20 daga treytaða fongsulsrevsing fyri blúnisbrot framt ímóti eina gentu, sum var undir 18 ár, tá tilburðurin fór fram.

Maðurin, sum var lærari hjá gentuni, var ákærdur fyri brot á serligu ásetingina í revsilógini, sum ger tað revsivert at hava samlegu ella annað kynsligt samband við persón undir 18 ár, sum er litin viðkomandi upp í hendur til undirvísingar ella uppalingar. Dómsmansrætturin metti tó ikki, at tað var prógvað, at maðurin hevði roynt at havt annað kynsligt samband við gentuna, men dømdi mannin fyri blúnisbrot.

Umframt at døma mannin treytaða fongsulsrevsing, er maðurin eisini útvístur úr Føroyum við einum innferðarbanni í 3 ár.

Bæði ákæruvaldið og ákærdi hava nú 14 dagar at kæra málið.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).