Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

7. apríl 2025 15:03

Kanning um nøgdsemi við politiið hjá borgarum, ið hava verið fyri brotsverki, almannakunngjørd í dag

Løgmálaráðið ger við fimm ára millumbili kanningar av nøgdsemi hjá borgarum, ið hava verið fyri brotsverki, við arbeiðið hjá politinum. Arbeiðið hjá politinum í Føroyum og Grønlandi hevur higartil ikki verið partur av hesum kanningum, men í 2024 eru vit eisini vorðið partur av kanningini.

Kanningin í Føroyum er, eins og í Danmark og Grønlandi, framd við at senda út spurnarblað til borgarar, ið hava verið fyri brotsverki, og við eftirfylgjandi samrøðum við nakrar av teimum, ið hava svarað spurnarblaðnum. Spurnarbløðini hava verið tillagað føroysk viðurskifti og skrivað á føroyskum máli.

Høvuðsúrslitið vísir, at 75% av teimum spurdu borgarunum, ið hava verið fyri brotsverki, eru annaðhvørt nøgdir ella sera nøgdir við viðgerðina hjá politinum av málum teirra. Eitt yvirlit yvir svarini vísir, at borgararnir leggja stóran dent á skjóta og effektiva viðgerð av málum og at fáa kunning um gongdina og støðuna í málinum.

Landfúti Michael Boolsen sigur:
"Sum heild eri eg sjálvandi sera nøgdur við úrslitið. Tað er, av nógvum góðum orsøkum, torført at vinna nøgdsemi hjá fólki, sum hava verið fyri brotsverki, og hetta er ein bragd, sum starvsfólki eigur heiðurin fyri. Um ein hyggur nærri at svarunum - serliga samrøðunum - sæst, at borgararnir sakna skjótari og meira effektiva viðgerð saman við nærveru í sambandi við kunning. Hesi ynski samsvara við yvirskipaðu strategisku málini hjá politinum í Føroyum um nærveru við borgaran og sunnan rakstur, og vit fara eisini framyvir at arbeiða við at styrkja okkara arbeiði á hesum økjum."

Kanningin kann lesast  her



Undersøgelse af kriminalitetsramte borgeres tilfredshed med politiet offentliggjort i dag

 

Justitsministeriet udarbejder med femårige intervaller undersøgelser af kriminalitetsramte borgeres tilfredshed med politiet. Færøernes og Grønlands Politis arbejde har hidtil ikke indgået i disse undersøgelser, men er i 2024 blevet en del af undersøgelsen.

 

Undersøgelsen på Færøerne er på samme måde som i Danmark og Grønland sket ved udsendelse af spørgeskemaer til kriminalitetsramte borgere og ved opfølgende interviewundersøgelser hos nogle af de borgere, der har besvaret spørgeskemaerne. Spørgeskemaerne har været tilpasset færøske forhold og har været udfærdiget på færøsk.

Det overordnede resultat viser, at 75% af de adspurgte kriminalitetsramte borgere er enten tilfredse eller meget tilfredse med politiets behandling af deres sager. En gennemgang af besvarelserne viser, at det, borgerne lægger megen vægt på, er hurtig og effektiv sagsbehandling og orientering om sagsgangen og sagens status.

Landfoged Michael Boolsen udtaler: "Overordnet set er jeg naturligvis meget tilfreds med det resultat, der er opnået. Det er af mange gode grunde svært at vinde kriminalitetsramte borgeres tilfredshed, og det er alle medarbejderes fortjeneste, at vi har opnået et så godt resultat. Dykker man ned i svarene i særligt de interviews, der er foretaget, kan det konstateres, at borgerne efterspørger hurtig og effektiv sagsbehandling sammen med tilstedeværelse i form af orientering. Disse ønsker falder sammen med Færøernes Politis overordnede strategiske mål om nærhed til borgerne og sund drift, og vi vil også fremadrettet arbejde med at styrke vores indsats på disse områder."

Undersøgelsen kan læses  her


Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

30. apríl 2026

Føroya Politi

Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøkið

Í sambandi við, at fyrrverandi sýslumaðurin fyri norðurøkið, Jacob Vestergaard, er farin í landsstýrið, er Kári Thorsteinsson settur sum sýslumaður fyri norðurøkið.

30. apríl 2026

Føroya Politi

Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði

Seinastu tíðina er ivi sáddur um málsviðgerðina hjá Føroya Politi og í sama viðfangi um rættartrygdina í Føroyum. Føroya Politi vísir aftur, at rættartrygdin í Føroyum er í vanda. Tað hevur týdning, at eingin verður skuldsettur ella ákærdur uttan nágreiniliga málsviðgerð. Tá politiið fær fráboðanir frá myndugleikum um revsiverd viðurskifti, er tað týdningarmikið, at málini fyrst verða gjøgnumgingin, og at støða síðani verður tikin til, um grundarlag er fyri at skuldseta og seinni ákæra. Eingin fráboðan til politiið fer beinleiðis í rættin uttan at haldgóð prógv eru fyri møguligum lógarbroti.

22. apríl 2026

Føroya Politi

Størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.