Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

14. november 2017 00:00

Kanningararbeiði móti fyrrverðandi Eik Banka

Politiið í Føroyum byrjar kanningararbeiði móti fyrrverðandi P/f Eik Banka – nú P/f Betri Banki

Politiið í Føroyum hevur avgjørt at byrja kanningararbeiði móti EIK Banka í samstarvið við Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet.

 

Kanningararbeiði skal geva grundarlag fyri at meta, um tað kann reisast eitt revsimál móti bankanum fyri skattaundandrátt.

 

Tað verður sett eitt serligt toymi av løgreglufólkum úr Føroyum og serfrøðingum frá Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet.

 

Toymið skal kanna fráboðanina frá Taks um, at EIK Banki (nú P/f Betri Banki) í 2011/2012 royndi snúgva sær undan skatti fyri milllióna upphædd.

 

Stóri samfelagsligi týðningurin av málinum ger, at alt verður gjørt fyri, at grundarlagið at meta um málið verður so gott sum yvirhøvur gjørligt

 

Taks meldaði EIK Banka til politiið tann 21. september 2017, eftir at Bárður Larsen hevði kannað, hvat fór fram viðvíkjandi sakarviðgerðini av sjálvuppgávuni hjá bankanum fyri árið 2011.

 

Bankin er undir illgrunað fyri at brot á skattalógina § 139 um skattaundandrátt.Málið er bæði faktuelt og løgfrøðisliga sera fløkt. Tí eri eg glaður fyri, at Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet hevur játtað at hjálpa til við kanningararbeiðnum.

Tey eru von við at kanna og meta tey allar stórstu og mest fløktu fíggjarligu revsumálini, so tað verður ein stór hjálp í hesum málinum.

 

Við atliti til kanningararbeiðið kann eg ikki upplýsa nærri um málið og hvussu langa tíð kanningararbeiðið tekur.

 

Eg skal tó undirstrika, at málið hevur eina høga raðfesting sum fylgi av tí samfelgsliga týðningi, málið hevur sigur John Kølbæk, fúti.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).