Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

14. juni 2023 09:37

El-rennihjól kunnu ikki nýtast í ferðsluni

Føroya Rættur staðfesti í dómi í gjár 13. juni 2023, at el-rennihjól ikki kunnu nýtast á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri. Dómurin staðfestir, at nýtsla av óskrásettum el-rennihjóli í ferðsluni verður revsað við sekt.

Spurningurin um, hvørt el-rennihjól kunnu nýtast á almennum vegi í Føroyum, hevur fleiri ferðir verið umrøddur. Føroya Politi hevur áður kunnað um, at metingin hjá politinum er, at av tí at el-rennihjól ikki kunnu skrásetast sum motordrivin akfør, sum er krav í ferðslulógini, kunnu tey ikki lógliga koyra á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri. 

Hendan spurningin fekk Føroya Rættur høvi til at taka støðu til í einum ítøkiligum máli, har ein maður var ákærdur fyri at hava koyrt á almennum vegi á el-rennihjóli, sum ikki var skrásett ella ábyrgdartryggjað. 

Niðurstøðan hjá Føroya Rætti er, at el-rennihjól eru motordrivin akfør, sum eru gjørd til fólkaflutning, og at tey tí skulu lúka treytirnar í ferðslulógini, m.a. í §§ 11 og 55 um skráseting og ábyrgdartrygging. Av tí at el-rennihjól ikki lúka treytirnar fyri skráseting ber ikki til at nýta el-rennihjól á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri. Brotið verður revsað við sekt.

 

 

El-løbehjul kan ikke benyttes i trafikken

Retten på Færøerne har i dom af 13. juni 2023 stadfæstet, at el-løbehjul ikke kan benyttes på område, hvor færdselsloven er gældende. Dommen stadfæster, at benyttelse af uregistrerede el-løbehjul bliver straffet med bøde. 

Spørgsmålet om, hvorvidt el-løbehjul kan benyttes på offentlig vej på Færøerne, har flere gange været diskuteret. Færøernes Politi har tidligere offentligt informeret om, at det er politiets vurdering, at fordi el-løbehjul ikke kan registreres som motordrevne køretøjer, som er en betingelse i færdselsloven, kan de ikke lovligt benyttes på område, hvor færdselsloven finder anvendelse. 

Dette spørgsmål har Færøernes Ret haft lejlighed til at tage stilling til i en konkret sag, hvor en mand var tiltalt for at have kørt på offentlig vej på et el-løbehjul, som ikke var registreret eller ansvarsforsikret. 

Færøernes Rets konklusion var, at el-løbehjul er motordrevne køretøjer, som er lavet til personbefordring, og at de derfor skal opfylde betingelserne i færdelsloven, bl.a. §§ 11 og 55 om registrering og ansvarsforsikring. Fordi el-løbehjul ikke opfylder betingelserne for registrering kan el-løbehjul ikke benyttes på område, hvor færdselsloven er gældende. Overtrædelse bliver straffet med bøde.

 

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).