Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

8. februar 2025 00:19

Leiðari til Borgaratænastuna

Vilt tú verða við til at leiða og menna Borgaratænastuna í einum stovni, sum arbeiðir fyri trygd og tryggleika í Føroyum? Og hevur tú hug at starvast í einum stovni, ið hevur eitt sterkt virðisgrundarlag og stóran samfelagsligan týdning? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir.

Vit sóknast eftir einum royndum og dugnaligum leiðara til at standa á odda fyri Borgaratænastuni, ið er ein deild við ógvuliga fjølbroyttum virkisøki.
Uppgávurnar hjá deildini eru millum annað telefon- og kundamóttøka í dagtímunum, skráseting av inngangandi posti, umsiting av passum, visum, revsiváttanum, funnum fæ og loyvum v.m.

Um starvið:

Sum leiðari í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi fært tú ábyrgdina av dagligu leiðsluni av tænastutoyminum, sum í tí dagliga hevur fyrsta sambandið við viðskiftafólk. Deildin telur í løtuni 14 fólk og eru hesi staðsett í Klaksvík, á Tvøroyri, á flogvøllinum í Vágum og í Havn.

 

Vit vænta:

At tú skal vera hugkveikjandi og skipað-/ur. Harafturat skalt tú megna at tryggja góðskuna í arbeiðinum hjá tínum starvsfólkum, samstundis við at tú tryggjar eitt gott arbeiðsumhvørvi á deildini.

Starvið krevur eisini, at leiðarin, sum eitt slag av spælandi venjara, eftir tørvi kann taka lut í dagligu málsviðgerðini og taka vaktir, tá á stendur.

Tínar uppgávur vera fyrst og fremst:
 - At leiða og menna Borgaratænastuna og starvsfólkini á deildini
 - At tryggja eina munadygga og rætta málsviðgerð tvørtur um virkisøkir
 - At nýhugsa og optimera arbeiðsgongdir og tænstuna til viðskiftafólkini
 - At skipa tilfeingið og dagliga raksturin hjá deildini
 - At taka lut í dagliga rakstrinum eftir tørvi

Um teg:

Vit søkja eftir einum leiðara, sum:
 - Hevur royndir við starvsfólkaleiðslu og dugir at motivera starvsfólk
 - Er skipað/ur og megnar at halda yvirlitið í einum gerandisdegi, har tað kann verða nógv ferð á
 - Er siðiligur, dugir at finna loysnir og er tænastusinnaður
 - Trívist í einum leikluti, har man bæði er leiðari og luttekur í dagliga arbeiðnum
 - Dugir væl at samstarva og samskifta bæði við starvsfólk og viðskiftafólk.

Tað verða ikki sett krøv til ávísa útbúgving. Vit leggja í staðin dent á tínar leiðsluligu og persónligu førleikar. Tað er ein fyrimunur at duga væl at samskifta og málbera seg á føroyskum og donskum, bæði í skrift og talu.

 

Vit bjóða tær:

 - Ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag við meiningsfullum arbeiði
 - Møguleika fyri at seta tín dám á og menna Borgaratænastuna hjá Føroya Politi
 - Eitt arbeiðspláss við hugagóðum starvsfeløgum og einum sterkum felagsskapi
 - Fast tænastustað á politistøðini í Tórshavn


Vilt tú vita meira um starvið, so ert tú vælkomin at venda tær til Jeppe Bøgh Olsen, fyrisitningarstjóra, á tlf. 792022.

Løn og setanartreytir verða ásett sambært galdandi sáttmála við avvarðandi fakfelag á danska arbeiðsmarknaðinum.

 

Tín starvssetan er treytað av, at tú verður trygdargóðkend/ur av PET og tú kanst varðveita trygdargóðkenningina gjøgnum setanarskeiðið.

 

Umsóknarfreistin er 24. februar 2025. Umsókn við prógvi, lívrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast við telduposti til: FO-personalekontor@politi.dk


Vit gleða okkum til at hoyra frá tær!

Vit mæla øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til kyn, aldur, ættarslag, átrúnaðarliga áskoðan ella etniskan uppruna til at søkja starvið.




Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

7. mars 2025

Føroya Politi

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Føroya Politi hevur í samstarvi við National Enhed for Særlig Kriminalitet (NSK) kannað ein bólk, ið stóð fyri smugling av hassji og amfetamini úr Danmark til Føroyar. Fýra fólk eru í dag dømd í málinum.

4. mars 2025

Føroya Politi

Revsingin fyri at hava hassj uppi á sær herd

Føroya Rættur hevur við dómum frá 28. februar tikið undir við ákæruvaldinum í, at sektarstøðið fyri at hava hassj uppi á sær til egna nýtslu skal vera hægri

27. februar 2025

Føroya Politi

Stórt mál um rúsevnasmugling í rættin í næstu viku

Eitt mál um smugling av uml. 3,8 kg av amfetamini og uml. 23 kg av hassji til Føroyar skal viðgerast í Føroya Rætti í næstu viku.