Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

25. januar 2023 15:32

Leyst starv í ákæruvaldinum

Ákæruvaldið í Føroyum søkir eftir einum ákærufulltrúa

Vilt tú at gerast ákæri?

 

Neyðugt er, at tú ert útbúgvin løgfrøðingur. Verður tú liðug/ur við lesnaðin í summar, ert tú eisini vælkomin at søkja.

Umsóknir og annað skulu vera á donskum og søkt verður talgilt á heimasíðuni hjá danska løgmálaráðnum:
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=5001&ProjectId=164905&MediaId=5 

Tað er neyðugt at eyðmerkja í umsóknini, at tú vilt arbeiða í ákæruvaldinum í Føroyum. Legg til merkis, at setanin er knýtt at samlaða ákæruvaldinum í ríkinum, og at tú tí sum partur av útbúgvingini skalt verða sinnað/ur at arbeiða í øðrum pørtum av ákæruvaldinum í Danmark.

Til ber at lesa meira um arbeiðið og útbúgvingina sum ákærufulltrúi á heimasíðuni hjá ákæruvaldinum. 

Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna, og starvið verður sett sambært sáttmála við avvarandi fakfelag, sum er eftir donskum sáttmála.

Eru spurningar til starvið ella starvslýsingina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæra, tlf. 224117.

Umsóknarfreistin er 15. februar 2023. 

Vit mæla øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til kyn, aldur, ættarslag, átrúnaðarliga áskoðan ella etniskan uppruna til at søkja starvið.

Starvssetan er treytað av trygdargóðkenning frá PET, og starvsbyrjan er eftir nærri avtalu.

 

Les eisini:
Føroya Politi søkir talsterkan ráðgeva

 

https://politi.fo/starv-hja-okkum/leys-stoerv

 


Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

12. august 2026

Føroya Politi

Politiið fyrireikar seg til dystirnar hóskvøldið

Føroya Politi hevur í dag gjørt venjingar við Tjarnir. Venjingarnar eru partur av fyrireikingunum hjá politinum til dystirnar, sum verða spældir hóskvøldið í Havn og í Klaksvík. Fólk kunnu vænta, at politiið verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini komandi dagarnar.

6. august 2026

Føroya Politi

Ávaring um víðfevnd sms-svikálop

Seinastu mánaðirnar hava alsamt fleiri føroyingar fingið følsk sms-boð, har svikarar royna at fáa móttakaran at trýsta á eitt leinki og lata frá sær persónligar upplýsingar. Fleiri hava longu latið upplýsingar í teirri trúgv, at boðini komu frá einum peningastovni, Posta, Nets, Talgildu Føroyum ella øðrum myndugleika. Politiið, Talgildu Føroyar og peningastovnarnir ávara nú í felag um støðuna. Fært tú eini óvæntað sms-boð við einum leinki, er greiða áheitanin: Steðga á. Hugsa teg um. Spyr.

8. juli 2026

Føroya Politi

Tvey leys størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.