Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

12. januar 2024 10:54

Maður varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri kynsliga misnýtslu av børnum

Føroya Politi handtók fyrradagin ein mann og skuldsetti hann fyri fleiri brot á ásetingar í revsilógini, sum snúgva seg um at hava í varðveitslu og at senda víðari barnapornografiskt tilfar, viðvirkan til neytøkuroynd og aðrar kynsligar gerðir framdar móti børnum undir 12 ár.

Gerðirnar eru framdar á internetinum, og børnini eru ikki eyðmerkt.

 

Ákæruvaldið framstillaði mannin í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í gjár, har hann varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

 

Kanningardeildin hjá politinum hevur arbeitt við málinum í eina tíð og fer nú undir enn fleiri kanningar. Hesar kanningar fevna m.a. um teldur og onnur elektronisk tól hjá manninum, sum kunnu geva ábendingar um, hvørt brotini eru meira umfatandi, ella talan er um fleiri brot.

 

 

 

Mand varetægtsfængslet i fire uger for seksuelt misbrug af børn

 

Færøernes Politi anholdt i forgårs en mand og sigtede ham for flere overtrædelser på flere bestemmelser i straffeloven, som handler om opbevarelse og videregivelse af børnepornografisk materiale, medvirken til voldtægtsforsøg og andre seksuelle handlinger begået mod børn under 12 år.

 

Handlingerner er begået på internettet, og børnene er ikke identificeret.

 

Anklagemyndigheden fremstillede manden i grundlovsforhør i Retten på Færøerne i går, hvor han blev varetægtsfængslet i fire uger.

 

Politiets efterforskningsafdeling har arbejdet med sagen i et stykke tid og påbegynder nu endnu flere undersøgelser. Disse undersøgelser omfatter bl.a. computere og andre elektroniske apparater, som kan give tegn på, hvorvidt overtrædelserne er mere omfattende, eller om tale er om flere overtrædelser.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

25. apríl 2025

Føroya Politi

Dómur fallin í stóra málinum um hvítvasking og smugling

Í dag er dómur fallin í Føroya Rætti í stóra málinum um hvítvasking og smugling. Seks danir vóru ákærdir í sambandi við, at TAKS og Føroya Politi í fjør løgdu hald á 1,3 mió. kr. í reiðum peningi, 18 kilo av hassji og 800 gramm av hassjolju. Ein av monnunum var harumframt ákærdur fyri at selja 200 gramm av amfetamini í Føroyum.

22. apríl 2025

Føroya Politi

Stórt rættarmál um hvítvasking og smugling byrjar í dag

Seks mans eru ákærdir í einum stórum máli, sum byrjar í Føroya Rætti í dag. Teir ákærdu - sum allir eru danir - eru millum 22 og 41 ár. Teir eru allir ákærdir fyri at hvítvaska pengar og smugla rúsevni til Føroya.

7. apríl 2025

Føroya Politi

Kanning um nøgdsemi við politiið hjá borgarum, ið hava verið fyri brotsverki, almannakunngjørd í dag

Løgmálaráðið ger við fimm ára millumbili kanningar av nøgdsemi hjá borgarum, ið hava verið fyri brotsverki, við arbeiðið hjá politinum. Arbeiðið hjá politinum í Føroyum og Grønlandi hevur higartil ikki verið partur av hesum kanningum, men í 2024 eru vit eisini vorðið partur av kanningini.