Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

6. februar 2026 15:50

Misnýtt politiskelti

Fyrr í vikuni sendi Føroya Politi tíðindaskriv út um skuldsetingina av einum fyrrverandi politisti, sum við fleiri handilsstarvsfólk hevði sagt seg vera politistur. Til hesar hendingarnar misnýtti viðkomandi eitt politiskelti.

Føroya Politi Færøernes Politi

Eftir skuldsetingina fór politiið undir at kanna umstøðurnar kring politiskeltið, sum varð nýtt til hendingarnar. Politiið staðfestir nú, at talan er um eitt veruligt politiskelti.

At fyrrverandi politisturin framhaldandi hevði politiskeltið í varðveitslu kemst av innanhýsis menniskjaligum mistaki.

Føroya Politi harmast sjálvsagt íkomnu støðuna og hevur bæði dagført og hert innanhýsis mannagongdirnar hesum viðvíkjandi fyri at tryggja, at slík álvarsom mistøk ikki koma fyri aftur.

 

 

Misbrug af politilegitimation

 

Færøernes Politi orienterede i løbet af ugen om, at en tidligere ansat havde rettet henvendelse til flere personer og udgivet sig for at være polititjenestemand. I forbindelse med henvendelserne misbrugte den pågældende et politilegitimationskort.

Vi har nu undersøgt forholdene vedrørende legitimationskortet og konstateret, at der var tale om et ægte legitimationskort. Det forhold, at den tidligere polititjenestemand var i besiddelse af et legitimationskort, beror på en intern menneskelig fejl.

Når dette er sagt, er vi naturligvis meget berørte over det passerede, og vi har gennemgået alle vores interne procedurer med henblik på at sikre, at en sådan yderst beklagelig fejl ikke kan gentage sig.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

29. mai 2026

Føroya Politi

Trý fólk handtikin í stórum máli um kokain

Føroya Politi handtók í gjárkvøldið trý fólk í sambandi við kanningarbeiði í stórum rúsevnismáli. Fólkini eru skuldsett fyri at hava smuglað fimm kg av kokaini til Føroya og eisini fyri at hava selt størstapartin av hesum í Føroyum.

18. mai 2026

Føroya Politi

Málið móti skiparanum á Galaxy slept

Ákæruvaldið hjá politinum í Føroyum hevur slept skuldsetingini móti skiparanum á ferðafólkaskipinum Galaxy. Ákæruvaldið metir ikki, at próvbyrðan kann lyftast og fer tí ikki víðari við málinum.

30. apríl 2026

Føroya Politi

Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøkið

Í sambandi við, at fyrrverandi sýslumaðurin fyri norðurøkið, Jacob Vestergaard, er farin í landsstýrið, er Kári Thorsteinsson settur sum sýslumaður fyri norðurøkið.