Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

15. desember 2018 17:39

Neyðtøkumál í Havn

Ein 60 ára gamal maður varðhaldsfonglsaður í dag fyri at hava neyðtikið eina 52 ára gamla kvinnu í Havn.

Politiið fekk í morgun  kl. 06.37 fráboðan frá eini 52 ára gamlari kvinnu um, at hon var neyðtikin á einum búðstaði í Havn í nátt. Kvinnan er avhoyrd og læknakannað í morgun, eins og vitnir eru avhoyrd. 

kl. 10.05 í morgun handtók politiið ein 60 ára gamlan mann, og skuldsetti hann fyri neyðtøkuna. 

Hann varð framstillaður í grundlógaravhoyring kl. 14.00 í dag har hann var varðhaldsfongslaður í 4 vikur, soleiðis at hann ikki kann ávirka vitnir og harvið forða kanningararbeiðinum.

Fleiri avhoyringar og tekniskar kanningar skulu gerst í málinum.
 

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).