Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

9. oktober 2024 18:03

Nøgdsemiskanning í Føroyum

Føroya Politi ger í løtuni eina nøgdsemiskanning í samstarvi við danska Justitsministeriet.

Føroya Politi hevur fingið fleiri fráboðanir frá borgarum, ið hava móttikið eitt spurnarblað frá okkum í MínBoks.

Í hesum sambandi vilja vit kunna um, at Føroya Politi í løtuni ger eina nøgdsemiskanning í samstarvi við danska Justitsministeriet.

Kanningin viðger, hvussu borgarar, ið hava verið fyri ávísum slagi av brotsverki innan eitt ávíst tíðarskeið, eru nøgdir við arbeiðið hjá politinum í sambandi við teirra mál.
Tað hevði glett okkum, um tit, ið hava móttikið spurnarblaðið, geva tykkum stundir at svara spurnarblaðnum.

Tykkara nøgdsemi hevur stóran týdning fyri okkara arbeiði.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

16. september 2026

Føroya Politi

Vilt tú vera partur av nýggju fyribyrgingareindini hjá Føroya Politi?

Føroya Politi styrkir nú tað kriminalitetsfyribyrgjandi arbeiðið við at seta á stovn eina fyribyrgingareind, og tí søkja vit eftir tveimum starvsfeløgum. Av tí at talan er um eina nýggja eind, fært tú møguleika at vera við til at byggja víðari upp á verandi royndir, samstundis sum vit skulu ganga nýggjar leiðir og menna nýggj hugskot.

8. september 2026

Føroya Politi

Ríkispolitiið staðfest feilir í strikingum í revsimálaskránni

Ríkispolitiið hevur staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret). Feilurin varð funnin í sambandi við eitt ítøkiligt mál í juni, har ein fellandi avgerð, ið átti at verið skrásett, ikki var tað.

12. august 2026

Føroya Politi

Politiið fyrireikar seg til dystirnar hóskvøldið

Føroya Politi hevur í dag gjørt venjingar við Tjarnir. Venjingarnar eru partur av fyrireikingunum hjá politinum til dystirnar, sum verða spældir hóskvøldið í Havn og í Klaksvík. Fólk kunnu vænta, at politiið verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini komandi dagarnar.