Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

25. desember 2016 00:00

Óðnarveður herjar um alt landi

Óðnarveður herjar um alt landi og nógvir skaðar fráboðaðir.

Nú er aftur óðnarvegur og vit fara at heita á tykkum øll um at hugsa tykkum væl um áðrenn tit fara út at ganga ella at koyra.

 

Á Kaldbaksvegnum er í løtuni sera harðført - har er sera nógvur vindur, ógvuslig glaðustrok og ringt at koyra orsakað av nógvum sjóroki og smásteinum sum fýkur eftir vegnum.

Vit fráráðað at koyra har í løtuni.

 

Á 112 alarmsentralinum og vaktsentralinum hava vit fingið og fáa allatíðina nógvar skaðafráboðaninr og í skrivandi løtu er vindmegin 71 m/sek á Noðradalsskarði, 40 m/sek á Velbastaðhálsi, 48 m/sek á Sandsvágshálsi og 52 m/sek á Høgareyni.

 

Til ber at kunna seg um veðurstøðuna við at fara á heimasíðuna hjá Landsverk www.landsverk.fo

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).