Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

26. desember 2016 00:00

Óndarveðrið av á hesum sinni

Føroyar hava síðani lítlajólaaftan verið sera hart raktar av ódnarveðri.

Lítlajólaaftan herjaði ódnin "Barbara" og viførdi nógvan skaða.

 

1-1-2 alarmsentralurin og vaktsentralurin fekk frá, middegi lítlajólaaftan til jólaaftans morgun, 256 fráboðanir um stormskaðar.

 

Skaðarnir snúðu seg um tøk, húsaklædning og líknandi.

 

Tíbetur hendi ongin fólkaskaði.Veðrið bleiv heldur frægari frá middegi jólaaftan til á middegi jóladag, tá ódnin "Urd" brast á við nógvari vindmegi og ðdnin helt á til fyrrapartin í morgun.

 

Eisini henda ódnin viðførdi nógvan skaða og harðast gekk út yvir Klaksvík, Gøtu, Kambsdalur og Skálafjørðin.

 

1-1-2 alarmsentralurin og vaktsentralurin hevur síðani á middegi jóladag til fyrrapartin í dag fingið umleið 350 fráboðanir um stormskaðar.

 

Skaðarnir snúgva seg um tøk, húsaklæðningar og líknandi.

 

Hósast ógvusliga veðrið, var bert ein fráboðan um fólkaskaða, har ein kvinna í Eysturoynni feyk í vindinum og breyt beinið.Ódnarveðrið sær út til at vera av á hesum sinni og vindurin er nógv minkaður.

 

Sløkkilið og Bjarningarfeløg runt um í Føroyum hava gjørt eitt framúr gott arbeiði.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).