Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

21. desember 2018 14:44

Parkeringsansari til Tórshavnar Kommunu

Eitt fulltíðar starv sum parkeringsansari í Tórshavnar kommunu er leyst at søkja til setan 1. mars 2019 ella skjótast gjørligt hereftir.

Starvið er lønt sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið á lønarflokki 2, stig 1. Arbeiði kann verða lagt til rættis millum kl. 08.00 og 22.00, og vaktargjøld verða latin fyri arbeiði eftir kl. 17 yrkadagar og um vikuskifti. 

Tað verður javnan skipað fyri undirvísing í ferðslulógini og í mannagongdum í samband við tað, at áleggja parkeringsgjøld.

 

Setanartreytir:

- Umsøkjarar skulu trygdargóðkennast
- Umsøkjarar skulu verða fyltir 25 ár 
- Hava góða heilsu

Tann setti hevur tagnarskyldu!!! 

Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Rana Wardum á tlf.nr. 351448.
 
Umsóknin skal sendast sum teldupostur til FO-personalekontor@politi.dk í seinasta lagi 6. januar 2018. 


John Kølbæk, fúti

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).