Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

25. januar 2024 13:16

Parkeringsansari til Tórshavnar Kommunu

Dámar tær væl at vera aktiv/ur og úti í frísku luftini? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir.

Eitt fulltíðarstarv sum parkeringsansari í Tórshavnar Kommunu er leyst at søkja, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Arbeitt verður yrkadagar frá kl. 9 til kl. 17. Tú kanst tó vænta, at tú kemur at arbeiða eftir kl. 17 onkrar yrkadagar.

 

Tú kemur eisini at arbeiða í minsta lagi ein leygardag um mánaðin. Yvirtíð verður latin fyri arbeiði eftir kl. 17 og um vikuskiftið.

 

Tú verður lærd/ur upp av hinum parkeringsvørðunum og av politinum. Harumframt fært tú eisini undirvísing í parkeringsreglum og ferðslulógini.

 

Lønar- og setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

 

Setanin er treytað av, at tú kanst trygdargóðkennast, og starvið verður sett, tá trygdargóðkenningin er klár.
Tað er eisini ein treyt, at tú hevur koyrikort.

 

Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Ingmar Hammer á tlf. 792080.

 

Umsóknin skal sendast sum teldupostur til FO-personalekontor@politi.dk, og umsóknarfreistin er hósdagin 15. februar 2024.

Michael Boolsen, politistjóri

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).