Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

29. november 2022 12:51

Phishing álop á Føroyskum í umferð á Facebook

Føroya Politi fekk í gjárkvøldið fráboðan um, at fleiri borgarar vórðu útsettur fyri phishing álopi á Facebook

phising

Borgararnir sóu eitt uppslag, ið var skrivað á føroyskum, har ein verður biðin at venda sær til 112, um ein hevur upplýsingar um eitt ferðsluóhapp

Við at trýsta á leinkjuna verður ein biðin um at rita inn á Facebook av nýggjum. Við hesum fáa teldusníkarnir innritanarupplýsingar og broyta loyniorðið til Facebook.

Leinkjan er mest sannlíkt umsett til Føroyskt við Microsoft Translator. Tað sæst við at tað er ”/” (framskák) í tekstinum.

Føroya Politi vil tí staðiliga heita á øll, um at ikki trýsta á leinkjuna ella aðrar líknandi leinkjur, har ein verður biðin at rita inn á Facebook á nýggjum.

Um tú hevur trýst á leinkjuna og hevur skrivað tínar innritinarupplýsingar, skalt tú skjótast gjørligt broyta loyniorðið hjá tær. Um teldusníkarnir longu hava broytt títt loyniorð og sostatt læst teg úti av kontuni, kanst tú royna at brúka ”gloymt loyniorð” funkuna.

Fyri at tryggja tínar kontur á bestan hátt verður mælt til at virkja ”Tvey-Faktor”. Sí annars heimasíðuna hjá KT-trygd https://www.kt-trygd.fo/god-rad/, ið hevur góð ráð til hvussu ein tryggjar seg á bestan hátt ímóti álopum frá teldusníkum.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).