Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

18. juni 2018 23:00

Politiið í Føroyum flytir leiðarar innanhýsis

Politiið í Føroyum fremur, við virknaði frá 1. september í ár, eina innanhýsis leiðaraflyting.

Politiið í Føroyum fremur, við virknaði frá 1. september í ár, eina innanhýsis leiðaraflyting, sum fer at fevna um allar politikommisserarnar, virkandi politikommisserar og teir politistar, sum eru í ferð við at taka leiðaraútbúgving.

 

Flytingarnar hava støði í langtíðarætlanini hjá føroyska politinum, sum støðugt miðar eftir, at føroyska politiið altíð skal vera eitt væl skikkað og professionelt politi, som tænir tí einstaka føroyinginum og føroyska samfelagnum á besta hátt.

 

Harumframt er málið, altíð at hava ein starvsfólkahóp, sum ger tað møguligt at manna størvini á øllum leiðslustigum í føroyska politinum.

 

Leiðaraflytingarnar eru soleiðis ein natúrligur partur í menningini av stovninum, teimum einstøku leiðarunum hvør sær, eins og øllum starvsfólkahópinum. Hettar fyri at tryggja stovninum røttu førleikarnar á røttum stað í politiøkinum.

 

Samstarvsfelagararnir hjá politinum koma tí til at síggja nýggj andlit, men eins dugnaligar leiðarar, taka sær av leiðsluuppgávunum hjá politinum framyvir.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).