Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

25. oktober 2016 23:00

Politiið sóknast eftir vitnum

Politiið sóknast eftir vitnum í samband við stuldur á Viðareiði.

Í samband við fráboðan um innbrot og stuldur í einum sethúsum á Viðareiði í tíðarbilinum frá leygarkvøldinum tann 22. oktober 2016 kl. 18.00 til sunnudagin tann 23. oktober 2016 kl. 13.00, ynskir politiið at fáa upplýsningar frá fólki.

 

Við stuldrinum bleiv tikið eitt minni pengaskáp, ið innihelt eina stóra peninganøgd og aðrar persónligar lutir.

 

Poilitiið vil fegin hava samband við fólk, sum hava verið á Viðareriði í nevnda tíðarbili ella sum vita eitthvørt um málið.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).