Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

7. juli 2023 14:16

Politiøkisráðið verið á vitjan í Suðuroy

Mikudagin 14. juni var borgarstjórin á Tvøroyri vertur fyri politiøkisráðsfundinum millum Føroya Politi og borgarstjórarnar í størstu kommununi í hvørjari sýslu í Føroyum.

Tá ið nýggja rættargangslógin var sett í gildi í 2021, var politiøkisráðið sett á stovn at umrøða mál av felags áhuga, eitt nú viðurskifti og virksemi hjá Føroya Politi, gongdina i lógarbrotum og samstarvið millum politi og nærsamfelagið.

Í politiøkisráðnum sita:

Michael Boolsen, fúti og formaður
Steen Nørskov, chefpolitiinspektør og varaformaður
Heðin Mortensen, borgmeistari í Tórshavnar kommunu
Karl Johansen, borgmeistari í Klaksvíkar kommunu
Torbjørn Jacobsen, borgmeistari í Runavíkar kommunu
Bjarni Prior, borgmeistari í Vága kommunu
Kristin Michelsen, borgmeistari í Tvøroyar kommunu
Bjørg á Rógvi, borgmeistari í Vestmanna kommunu
Heri Sverrason, borgmeistari í Sands kommunu
Gudrun Mortansdóttir Joensen, Løgmálaráðið
Barbara Álvsdóttir Thomsen, Almanna- og mentamálaráðið
Elsa Østergaard, Barna og útbúgvingarmálaráðið


Eftir fundin í politiøkisráðnum varð vitjað á ymsum plássum í Suðuroy. Myndin er tikin í Fámjin.

Fundur í Suðuroy
Frá vinstru: Bjørg á Rógvi, Michael Boolsen, Eyð Ellingsgaard, Karl Johansen, Kristin Michelsen, Barbara Álvsdóttir Thomsen og Gudrun Nolsøe Joensen.

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, luttók á politiøkisráðsfundinum, av tí at borgarstjóranum í Vága kommunu barst undan at luttaka hesa ferð. Umframt hann vóru eisini onnur forfall.

Politiøkisráðið hevur í minsta lagi fýra fundir árliga. 


Kredsrådet på besøg i Suðuroy


Onsdag i sidste uge var borgmesteren på Tvøroyri vært frá kredsrådsmødet mellem Færøernes Politi og borgmestrene i den største kommunu i hvert syssel på Færøerne.

Da den nye retsplejelov var sat i kraft i 2021, blev kredsrådet oprettet at drøfte spørgsmål af fælles interesse, blandt andet politiets virksomhed og organisation i politikredsen, kriminalitetsudviklingen og samarbejdet mellem politiet og lokalsamfundet.

I kredsrådet sidder:

Michael Boolsen, politidirektør og formand
Steen Nørskov, chefpolitiinspektør og næstformand
Heðin Mortensen, borgmester i Tórshavnar kommune
Karl Johansen, borgmester i Klaksvíkar kommune
Torbjørn Jacobsen, borgmester i Runavíkar kommune
Bjarni Prior, borgmester i Vága kommune
Kristin Michelsen, borgmester i Tvøroyar kommune
Bjørg á Rógvi, borgmester i Vestmanna kommune
Heri Sverrason, borgmester i Sands kommune
Gudrun Mortansdóttir Joensen, Løgmálaráðið
Barbara Álvsdóttir Thomsen, Almanna- og mentamálaráðið
Elsa Østergaard, Barna og útbúgvingarmálaráðið


Efter mødet i kredsrådet besøgte kredsrådet forskellige områder i Suðuroy. Billedet er taget i Fámjin.

Eyð Ellingsgaard, borgmester i Sørvágs kommune, deltog på kredsrådsmødet, da borgmesteren i Vága kommune ikke havde mulighed for at deltage denne gang. Derudover var der også andre afbud.

Kredsrådet har mindst fire møder om året.
 

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).