Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

1. februar 2019

Deil

Deil

Pressuskriv

Politiið fekk í gjárkvøldið umleið kl. 2100 fráboðan um, at ein persónur á sosiala miðlunum “JODEL” ávaraði næmingar á Glasi ímóti at fara í skúla í dag, fríggjadagin 1. februar.

Politiið fekk í gjárkvøldið umleið kl. 2100 fráboðan um, at ein persónur á sosiala miðlunum “JODEL” ávaraði næmingar á Glasi ímóti at fara í skúla í dag, fríggjadagin 1. februar.

“JODEL” er ein APP, har ein kan samskifta, uttan at geva seg til kennar við navni ella øðrum, sum avdúkar hvør ein er.

Í samskiftinum sum tók seg upp í gjárkvøldið, luttóku fleiri persónar. M.a. varð spurt, um ávaringin snúði seg um ”School shooting”. Umframt hetta, var samskiftið sum heild sera ódámligt.

Tá rættiliga nógv ung nýta appina ”JODEL”, loypti hetta hvøkk á fleiri, sum ikki ætlaðu sær í skúla í morgun. 

Ein persónur ringdi sjálvur til skúlaleiðsluna í gjárkvøldi og boðaði frá, hvør hann var, og at hetta samskiftið ikki var í álvara, men bert til stuttleika.

Persónurin ringdi síðani sjálvur til løgregluna og boðaði frá.

Politiið tekur slíkar fráboðanir sera álvarsliga. Slíkir upplýsningar føra við sær álvarsligan ótta hjá fólki. Av hesi orsøk var viðkomandi handtikin í gjárkvøldið.

Avhoyringar eru gjørdar og støða verður nú tikin til, um ákæra verður reist í málinum. 

Løgreglan hevur nú gjørt kanningar í málinum og staðfest, at málið ikki setur spurnartekin við trygdina hjá næmingum og starvsfólkum á Glasi. Tískil verður skúlagongd sum vanligt fríggamorgunin.

Løgreglan hevur í hesum málið havt sera gott samskifti við leiðsluna á skúla-num, og skúlaleiðslan hevur eftir avtalu við løgregluna givið boð til næmingar og starvsfólk.


Løgreglan hevur ikki fleiri upplýsningar í málinum.
 

Deil

Deil

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

Fleiri tíðindi

20. juni 2019

Føroya Politi

Begrundet mistanke om drab men ikke varetægtsfængsling

En yngre mand blev i dag fremstillet i grundlovsforhør ved retten på Færøerne sigtet for drab, men ikke varetægtsfængslet

19. juni 2019

Føroya Politi

Anholdelse i sag om mistænkeligt dødsfald

Ung mand anholdt og sigtet i forbindelse med en ung kvindes død i november 2012

27. mai 2019

Føroya Politi

1 1 2 dagur

Fyri barnagarðsbørn og forskúlabørn í Tórshavnar kommunu

Nej tak til cookies