Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

8. mars 2023 11:55

Skrivstovufólk til ákæruvaldið hjá Føroya Politi

Í ákæruvaldinum hjá Føroya Politi er eitt skrivstovustarv leyst at søkja til setan skjótast tilber.

Ákæruvaldið er ein partur av Føroya Politi. Sum skrivstovufólk í ákæruvaldinum arbeiðir tú í tøttum samstarvi við ákærarnar. Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Uppgávurnar fevna m.a. um málsviðgerð av ymsum slag, at senda mál í Føroya Rætt, at skráseta dómar í kriminalregistari, at umsita høvuðspostkassan hjá ákæruvaldinum og at samskifta við Føroya Rætt, Kriminalforsorgina og aðrar føroyskar og danskar myndugleikar.

 

Førleikakrøv:

• Skrivstovuútbúgving ella líknandi
• Góð evni at samskifta á føroyskum, donskum og enskum bæði munnliga og skrivliga
• Góð samstarvsevni
• Viðkomandi starvsroyndir eru ein fyrimunur

 

Vit ímynda okkum, at tú:

• arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
• ert tænastusinnað/ur og álitisfull/ur
• tolir at arbeiða undir trýsti
• ert fyrikomandi, røkin og positiv/ur
• hevur góð evni at samstarva og samskifta

 

Vit kunnu bjóða tær:

• møguleikan at arbeiða fyri rættvísi
• eitt spennandi arbeiðspláss við ferð á
• møguleika fyri fakligari og persónligari menning
• dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir:

Hesar treytir verða ásettar eftir avtalu og eftir galdandi sáttmála millum HK-felagið og Moderniseringsstyrelsen. Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna.

Trygdargóðkenning frá PET krevst fyri at blíva sett/ur í starvið.

Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skulu vera Politinum í hendi í seinasta lagi 20. mars 2023 og skal sendast til: fo-personalekontor@politi.dk

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæra, á telefon 22 41 17.

Um ákæruvaldið

Føroya Politi er skipað í tríggjar ymsar súlur; politisúlu, ákærusúlu og fyrisitingarsúlu. Hjá Føroya Politi arbeiða tilsamans uml. 170 fólk í hesum trimum súlunum. Í ákæruvaldinum eru í løtuni 10 starvsfólk (løgfrøðingar, skrivstovufólk og lesandi). Vit arbeiða tætt saman við bæði politi- og fyrisitingarsúlunum.

Høvuðsendamálið hjá ákæruvaldinum er – saman við restini av politinum – at tryggja, at sek verða revsað, og at ósek ikke verða fyri revsirættarsókn. Okkara virði eru, at vit skulu vera rættvís, ordilig, greið og eldhugað.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).