Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

25. oktober 2024 14:11

Skrivstovufólk til ákæruvaldið hjá Føroya Politi

Í ákæruvaldinum hjá Føroya Politi er eitt skrivstovustarv (15 tímar um vikuna) leyst at søkja til setan skjótast til ber.

Um teg:

- Tú hevur skrivstovuútbúgving ella líknandi
- Tú hevur góð evni at samskifta á føroyskum, donskum og enskum, bæði munnliga og skrivliga
- Tú hevur góð samstarvsevni
- Viðkomandi starvsroyndir eru ein fyrimunur


Lønar- og setanartreytir verða ásettar eftir galdandi sáttmála millum HK-felagið og Moderniseringsstyrelsen. Arbeiðstíðin er 15 tímar um vikuna.

 

Trygdargóðkenning frá PET krevst fyri at blíva sett/ur í starvið.

 

Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skulu vera Politinum í hendi í seinasta lagi 8. november og skal sendast til HR-deildina

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæra, á telefon 22 41 17.

Um ákæruvaldið

Føroya Politi er skipað í tríggjar ymsar súlur; politisúlu, ákærusúlu og fyrisitingarsúlu. Hjá Føroya Politi arbeiða tilsamans uml. 170 fólk í hesum trimum súlunum. Í ákæruvaldinum starvast løgfrøðingar, skrivstovufólk og lesandi. Vit arbeiða tætt saman við bæði politi- og fyrisitingarsúlunum.

Høvuðsendamálið hjá ákæruvaldinum er - saman við restini av politinum - at tryggja, at sek verða revsað, og at ósek ikke verða fyri revsirættarsókn. Okkara virði eru, at vit skulu vera rættvís, ordilig, greið og eldhugað.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).