Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

29. oktober 2024 15:46

Skrivstovufólk til Borgaratænastuna

Føroya Politi søkir eftir einum skrivstovufólki at arbeiða 30 tímar um vikuna í tíðarskeiðnum 01.01.2025 til 31.05.2025.

Starvið fevnir m.a. um avgreiðslu av passkundum, útlendingamálum, revsiváttanum, loyvum, telefonavgreiðslu, skráseting av málum og ymiskum fyrifallandi arbeiði.

Starvsstaðurin er á politistøðini í Klaksvík.

Umsøkjari skal hava:

 - Skrivstovuútbúgving ella líknandi

 - Góð evnir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum bæði munnligt og skrivligt

 - Góð samstarvsevnir

 - Viðkomandi starvsroyndir er ein fyrimunur

 

Lønar- og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála millum HK-felagið og Moderniseringsstyrelsen.

 

Trygdargóðkenning krevst fyri at blíva sett/ur í starvið.

 

Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skulu vera politinum í hendi í seinasta lagi 13. november 2024. Umsóknin skal sendast til HR-deildina

 

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rannvá Ólavsdóttir, deildarleiðara í Borgaratænastuni, tlf. 114.


Michael Boolsen, fúti

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).