Skrivstovunæmingur til Føroya Politi
Eitt lærupláss innan almenna fyrisiting er leyst at søkja. Starvssetan er 15. septembur 2023.
Praktisk viðurskifti:
- Umsøkjarar skulu hava staðið FHS-, HF- ella gymnasialt miðnámsprógv.
- Longdin av lærutíðini verður fastløgd av Yrkisdeplinum, alt eftir, hvat prógv setti umsøkjarin hevur frammanundan.
- Í lærutíðini skal næmingurin til Danmarkar á handilsskúla í tilsamans 13 vikur.
Lønarviðurskifti:
- Lønin er sambært sáttmála millum Moderniseringsstyrelsen og HK-Stat.
- Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna.
Meira fæst at vita um læruplássið við at ringja til Annu D. Háberg, HR-stjóra á tlf.nr. 792319 ella á t-post: adh004@politi.dk
Umsókn við prógvi og viðkomandi skjølum skal sendast við telduposti til:
FO-personalekontor@politi.dk
Umsóknin skal verða politinum í hendi í seinasta lagi 10. august 2023.
Samrøður verða væntandi hildnar í viku 33.
Setanin er treytað av, at tú kanst verða trygdargóðkend/ur av PET. Læruplássið verður sett, tá trygdargóðkenningin fyriliggur.
Vit mæla øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja starvið uttan mun til kyn, uppruna, átrúnað ella tjóðarsamleika.
Michael Boolsen, fúti
Samband við politiið:
Teldupostur: politi@politi.fo
Telefon:114