Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

5. juni 2025 14:43

Skrivstovunæmingur til Føroya Politi

Kundi tú hugsað tær eitt spennandi lærupláss innan almenna fyrisiting? So hevur tú møguleikan nú.

Føroya Politi sóknast eftir einum nýggjum skrivstovunæmingi, og vit kunnu bjóða tær eina fjølbroytta skrivstovuútbúgving, har tú sum skrivstovunæmingur fært eitt spennandi arbeiðpláss við fakligum avbjóðingum og góðum samanhaldi.

Um teg:

 - Tú hevur FHS-, HF- ella gymnasialt miðnámsprógv.

 - Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og dugir at umstilla teg, tá tað skal ganga skjótt

 - Tú ert væl fyri málsliga og dugir at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum og enskum

 - Tú ert forvitin, opin og fyrikomandi

 

Praktisk viðurskifti:

 - Longdin av lærutíðini verður fastløgd av Yrkisdeplinum, alt eftir, hvat prógv setti umsøkjarin hevur frammanundan.

 - Í lærutíðini skal næmingurin til Danmarkar á handilsskúla í tilsamans 13 vikur.

Lønarviðurskifti:

 - Lønin er sambært galdandi HK-sáttmála.
 - Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna.

Tú kanst fáa meira at vita um læruplássið við at ringja til Jeppe Olsen, fyrisitingarstjóra á tlf.nr. 792022 ella á t-post: jbo016@politi.dk

Tú skalt senda tína umsókn við prógvi og øðrum viðkomandi skjølum til fo-personalekontor@politi.dk, og umsóknin skal verða politinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. juni 2025.

 

Starvssetanin er treytað av, at tú kanst verða trygdargóðkend/ur av PET. Læruplássið verður sett, tá trygdargóðkenningin fyriliggur.

 

 

Vit leggja dent á fjølbroytni og mæla øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til kyn, aldur, ættarslag, átrúnaðarliga áskoðan ella etniskan uppruna til at søkja starvið.

 

 

DANSK

Kontorelev til Færøernes Politi

Hvis du kunne tænke dig en spændende elevplads med speciale inden for offentlig administration, så har du muligheden nu.

Færøernes Politi leder lige nu efter en ny kontorelev, og vi kan tilbyde dig en alsidig uddannelse, hvor du som elev får en spændende arbejdsplads med faglige udfordringer og godt sammenhold.

Om dig:

 - Du har FHS-, HF- eller gymnasialt eksamensbevis
 - Du kan arbejde selvstændigt og er god til at omstille dig, når det skal gå stærkt 
 - Du er sprogligt stærk, og du kan kommunikere skriftligt og mundtligt på færøsk, dansk og engelsk
 - Du er nysgerrig, åben og imødekommende

Praktiske forhold:

 - Læretidens længde bliver fastlagt af Yrkisdepilin
 - Eleven skal tage skoleforløb i Danmark i tilsammen 13 uger

Lønforhold:

 - Elevløn efter gældende HK-overenskomst
 - Arbejdstiden er 37 timer om ugen

Du kan få yderligere oplysninger om stillingen ved at kontakte Jeppe Olsen, administrationschef, på tlf. 792022 eller jbo016@politi.dk

Ansøgning, eksamensbevis og anden relevant dokumentation skal sendes til fo-personalekontor@politi.dk, og ansøgningsfristen er fredag 20. juni 2025.

 

Din ansættelse er betinget af at du kan sikkerhedsgodkendes af PET.


Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

12. februar 2026

Føroya Politi

Føroya Politi ávarar um vandamikið rúsevni

Í Føroya Rætti í gjár vórðu tveir mans dømdir 12 ára langar fongsulsrevsingar fyri at hava smuglað stórar nøgdir av nýggja rúsevninum Pinaca til Føroya. Talan er um eitt flótandi rúsevni, sum er sera vandamikið.

11. februar 2026

Føroya Politi

Framsíggin fyrisitingarlig starvsfólk til nýggjastu deildina hjá Føroya Politi

Hevur tú hug at gerast partur av "Udlændinge Kontrol Afdelingen" (UKA) hjá Føroya Politi og á henda hátt verða við at skipa útlendingaftirlitið í Føroyum? Dugir tú væl at skipa tínar arbeiðsuppgávur, hevur tú áræði og hug at koma út av skrivstovuni? So er hetta starvið nakað fyri teg!

6. februar 2026

Føroya Politi

Misnýtt politiskelti

Fyrr í vikuni sendi Føroya Politi tíðindaskriv út um skuldsetingina av einum fyrrverandi politisti, sum við fleiri handilsstarvsfólk hevði sagt seg vera politistur. Til hesar hendingarnar misnýtti viðkomandi eitt politiskelti.