Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

9. januar 2024 16:08

Skrivstovustarv hjá Føroya Politi í Suðurøkinum

Hevur tú hug at veita góða tænastu, dámar tær at arbeiða við viðskiftafólki og megnar tú at hava fleiri bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Eitt starv sum skrivstovufólk í Suðurøkinum er leyst at søkja. Starvsstaðurin er á politistøðini á Tvøroyri, og arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna.

Starvið er fjølbroytt, og arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um avgreiðslu av passkundum, útlendingamálum, revsiváttanum, loyvum, skráseting av málum, telefonavgreiðslu og ymiskum fyrifallandi arbeiði.

Vit vænta, at tú hevur:
- Skrivstovuútbúgving ella aðra líknandi útbúgving.
- Góð evnir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum máli, bæði munnliga og skrivliga.
- Góð samstarvsevnir
- Viðkomandi starvsroyndir eru ein fyrimunur

Løn- og setanartreytir verða ásett eftir galdandi sáttmála millum HK-Stat og Moderniseringsstyrelsen.

 

Setanin er treytað av, at tú kanst trygdargóðkennast av PET.

 

Umsóknarfreistin er mikudagin 31. januar.

 

Skrivlig umsókn við cv og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til fo-personalekontor@politi.dk

 

Hevur tú spurningar til starvið, so ert tú vælkomin at venda tær til Jaspur Vang, økispolitileiðara, tlf. nr. 351425.

Michael Boolsen, fúti


Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).