Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

16. desember 2024 14:09

Spennandi lestrarstarv hjá Ákæruvaldinum

Ert tú løgfrøðilesandi og hevur hug at tryggja rættartrygd og at vera við til at rættarsøkja revsiverd viðurskifti? So skalt tú søkja lestrarstarv hjá ákæruvaldinum hjá politinum.

Um okkum
Í ákæruvaldinum arbeiða vit hvønn dag við at tryggja rættartrygd og at tryggja, at revsimál altíð verða viðgjørd á ein ordiligan og rættvísan hátt. Kjarnuuppgávan hjá ákæruvaldinum er at rættarsøkja revsiverd viðurskifti og at vera við til at stuðla undir rættarsamfelagið. Saman við politinum syrgja vit fyri, at sek verða ábyrgdað, og at ósek ikki verða rættarsøkt, samstundis sum allir borgarar og øll mál verða viðgjørd objektivt, við óheftni og við góðsku og virkni í miðdepli.

Vit bjóða

Eitt skiftandi og spennandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi. Vit hava trivnað, høga fakligheit, nærlagni og virkni í miðdeplinum. Vit hava ein góðan sosialan felagskap, og tú fært høvi at sparra við dugnaligar starvsfelagar og leiðarar.

 

Tínar uppgávur

Vit leita eftir einum ágrýtnum løgfrøðilesandi, sum m.a. skulu taka lut í málsviðgerð av revsimálum, t.d. at skriva ákærurit og aðrar avgerðir í revsimálum og viðgerð av innlitsumbønum í revsimál og onnur fyrisitingarmál. Skrivstovuuppgávur og aðrar uppgávur skulu til tíðir loysast. Sum liður í innleiðsluni fært tú eisini høvi at luttaka í rættarfundi við einum ákæra.

Um teg

Tú ert løgfrøðilesandi og hevur áhuga í revsirætti, revsirættargangi og fyrisitingarrætti. Tú dugir væl at samskifta á skrift og í talu - bæði á føroyskum og donskum, umframt á enskum. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert skipað/ur, og sært teg sjálva/n aftur í okkara kjarnuvirðum. Tú hevur góð samstarvsevni og hevur hug at arbeiða á einum arbeiðsplássi við nógvari ferð.

 

Starvssetan

Starvssetanin er í Føroya Politi. Starvið er tímalønt og í meðal 15 tímar um vikuna (møguleiki er fyri at avtala lægri tímatal). Starvið verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag, sum er eftir donskum sáttmála. Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæra, telefon 224117

 

Starvssetanin er treytað av trygdargóðkenning frá PET, og starvsbyrjan er, tá henda góðkenning fyriliggur. Starvssetanin er í allari starvstíðini treytað av, at tú framhaldandi hevur nøktandi trygdargóðkenning.

Umsóknarfreistin er 5. Januar 2025.


Umsókn

Umsókn skal sendast til politiið saman við lívsrensli, prógvi og møguligum øðrum skjølum við telduposti á: fo-personalekontor@politi.dk.

Vit mæla øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til kyn, aldur, ættarslag, átrúnaðarliga áskoðan ella etniskan uppruna til at søkja starvið.

 

Link til dansk stillingsopslag er her: Spændende studiejob ved Anklagemyndigheden


Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).