Spennandi lestrarstarv hjá ákæruvaldinum
Ert tú løgfrøðilesandi, og vilt tú vera við til at tryggja rættartrygd í Føroyum og at rættarsøkja revsiverd viðurskifti? So skalt tú søkja lestrarstarv hjá ákæruvaldinum hjá politinum.
Um okkum
Kjarnuuppgávan hjá ákæruvaldinum er at rættarsøkja revsiverd viðurskifti og at vera við til at stuðla undir rættarsamfelagið í Føroyum. Saman við politinum arbeiða vit fyri, at sek verða ábyrgdað, og at ósek ikki verða rættarsøkt. Kjarnuvirðini hjá ákæruvaldinum eru partloysi, óheftni, høg góðska og rættvísi.
Vit bjóða
Eitt fjølbroytt lestrarstarv á einum spennandi arbeiðsplássi við høgum yrkisligum førleikum, nærlagni og virkni í miðdeplinum. Vit hava ein góðan sosialan felagsskap, og tú fært høvi at sparra við dugnaligar starvsfelagar, onnur løgfrøðilesandi og við leiðarar.
Tínar uppgávur
Vit leita eftir einum ágrýtnum løgfrøðilesandi, sum eitt nú skal:
- Luttaka í málsviðgerð av revsimálum
- Skriva avgerðir í revsimálum
- Viðgera innlitsumbønir í revsi- og fyrisitingarmálum
Talan verður eisini um aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur. Sum liður í innleiðsluni fært tú eisini høvi at luttaka í rættarfundi við einum ákæra.
Um teg
- Tú ert løgfrøðilesandi
- Tú hevur áhuga í revsirætti, revsirættargangi og fyrisitingarrætti
- Tú dugir væl at samskifta á skrift og í talu á føroyskum, donskum og enskum
- Tú arbeiðir sjálvstøðugt og skipað
- Tú sært teg sjálva/n aftur í okkara kjarnuvirðum
- Tú hevur góð samstarvsevni
- Tú trívist á einum arbeiðsplássi við nógvari ferð
Starvssetan
Starvsstaðurin er hjá Føroya Politi. Starvið er tímalønt og í miðal 15 tímar um vikuna, tó er møguligt at avtala lægri tímatal.
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag, sum er eftir donskum sáttmála.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæra, tlf. 224117.
Starvssetanin er treytað av trygdargóðkenning frá PET, og starvsbyrjan er, tá ið tú ert góðkend/ur. Starvssetanin er í allari starvstíðini treytað av, at tú framhaldandi hevur nøktandi trygdargóðkenning.
Umsókn
Umsókn skal sendast til politiið saman við lívsrensli, prógvi og møguligum øðrum skjølum við telduposti á: fo-personalekontor@politi.dk.
Umsóknarfreistin er 6. apríl 2026.
Vit mæla øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til kyn, aldur, ættarslag, átrúnaðarliga áskoðan ella etniskan uppruna til at søkja starvið.
//DANSK:
Er du jurastuderende og ønsker du et spændende studiejob, hvor du sikrer retssikkerheden og er med til at retsforfølge strafferetlige forhold? Så skal du søge denne stilling som studentermedhjælper hos anklagemyndigheden ved Færøernes Politi.
Om os
Anklagemyndighedens kerneopgave er at retsforfølge lovovertrædelser og på den måde understøtte retssamfundet. I samarbejde med politiet sørger vi for at skyldige bliver stillet til ansvar, og at uskyldige ikke bliver retsforfulgt. Derudover sikrer, at alle borgere og alle sager bliver behandlet objektivt og uafhængigt. Vi har kvalitet i centrum.
Vi kan tilbyde
En spændende stilling på en spændende arbejdsplads. Hos os er trivsel, høj faglighed og ordentlighed i centrum. Vi har et godt socialt fællesskab, og du får mulighed for at sparre med fagligt kompetente kolleger, andre jurastuderende og ledere.
Dine arbejdsopgaver
Vi leder efter en dygtig studentermedhjælper som blandt andet skal:
- arbejde med sagsbehandlingen af straffesager
- skrive afgørelser i straffesager
- behandle anmodninger om aktindsigt, og du skal hjælpe med at undersøge juridiske spørgsmål
Derudover skal du forvente at hjælpe til med andre administrative opgaver. Som en del af din onboarding får du mulighed for at deltage i et retsmøde med en anklager.
Om dig
Du er jurastuderende og har interesse for strafferet og forvaltningsret
- Du er god til kommunikere skriftligt og mundtligt på færøsk og dansk og dertil er du god til engelsk
- Du kan arbejde selvstændigt og struktureret
- Du kan stå inde for vores kerneværdier
- Du er god til at samarbejde og har lyst til at være på en arbejdsplads, hvor tempoet til tider er højt
Ansættelsesforhold
Ansættelse er ved Færøernes Politi. Du ansættes som timelønnet med en gennemsnitlig arbejdstid på 15 timer pr. uge. Kortere gennemsnitlig arbejdstid kan eventuelt aftales.
Ansættelse og aflønning sker i henhold til relevant dansk overenskomst. Hvis du vil vide mere om stillingen, så er du velkommen til at kontakte Katrin Thorsvig Hansen, chefanklager, på tlf. 224117.
Din ansættelse er betinget af at du kan blive sikkerhedsgodkendt af PET samt at du kan opretholde sikkerhedsgodkendelsen gennem hele din ansættelse.
Ansøgningsfristen er 6. april 2026.
Din ansøgning skal sendes til politiet sammen med CV, eksamensbeviser og andre relevante dokumenter. Ansøgningen skal sendes til fo-personalekontor@politi.dk.
Vi opfordrer alle kvalificerede til at søge stillingen uanset køn, alder, religiøs overbevisning eller etnisk tilhørsforhold.
Samband við politiið:
Teldupostur: politi@politi.fo
Telefon:114