Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

18. august 2016 23:00

Stroyming av sjónvarpsrásum

Ver ansin, tá tú stroymar sjónvarpsrásir.

Í samband við eina fráboðan um ólógliga stroyming av sjónvarpsrásum, framdi løgreglan í vikuni eina rannsókn á einum bústaði norðanfyri.

 

Hald varð lagt á ymiska útgerð, og ein persónur bleiv skuldsettur í málinum.

 

Aftaná rannsóknina kundi staðfestast, at einir 80 føroyingar eru knýttir at skipanini í løtuni. Hetta er brot á lóg um upphavsrætt, og hesi kunnu vænta, at løgreglan í næstum fer at seta seg í samband við tey.

Tað varð eisini staðfest, at aðrir føroyingar havi verið knýttir at skipanini.

 

Ert tú ein av hesum persónunum, nýtist tær ikki at seta teg í samband við løgregluna – løgreglan fer at seta seg í samband við teg.

 

Løgreglan vil heita á fólk um ikki at nýta slíkar ólógligar tænastur.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).