Talgilt koyrikort sett í gildi í Føroyum í dag
Talgilda koyrikortið er partur av Skjáttuni, sum nú er alment tikin í nýtslu.
Hvørt ár fáa fleiri bilførarar bót, tí teir ikki hava koyrikortið uppi á sær. Nú er nóg mikið at hava koyrikortið á telefonini. Talgilda koyrikortið kemur tó ikki í staðin fyri vanliga plast-koyrikortið, men skal roknast sum eitt ískoyti til tað.
Í fyrstu atløgu er talgilda koyrikortið bert galdandi í Føroyum, men arbeitt verður fram ímóti, at tað skal kunna brúkast í øðrum londum.
Føroya Politi fegnast um, at føroyingar nú hava fingið eitt talgilt koyrikort og væntar, at hetta er ein tænasta, sum bæði politi og borgarar fara at hava gleði av.
Í Skjáttuni er eisini samleikakort, sum vísir navn, bústað, kommunu og P-tal. Í fyrstu syftu fevnir Skjáttan um talgilda koyrikortið og samleikakortið, men eftir ætlan fara fleiri almenn prógv og loyvi at liggja í Skjáttuni í framtíðini.
Talgildu Føroyar hava ment Skjáttuna. Skjáttan liggur klár at taka niður í App Store og Google Play. Á www.samleikin.fo/skjattan eru vegleiðingar til, hvussu tú brúkar appina.
Øll, sum hava Samleikan, kunnu fáa sær Skjáttuna.
Samband við politiið:
Teldupostur: politi@politi.fo
Telefon:114