Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

20. september 2024 11:45

Eftirmeting í sambandi við fótbóltsdystin millum HB og Hajduk Split 1. august 2024

Føroya Politi hevur í samstarvi við viðkomandi partar eftirmett hendingarnar í sambandi við fótbóltsdystin 1. august 2024.

Áðrenn og undir dystinum tóku ógvisligar hendingar seg upp, líknandi teimum sum vit síggja til altjóða dystir kring Evropa. Hetta er óvanligt í Føroyum og setti síni týðilig spor, og kravdi hetta eina eftirfylgjandi eftirmeting.

Við dystinum fylgdi eitt týðandi tal av váðafjepparum (fjepparar, ið eru kendir fyri at elva til trupulleikar). Av hesi orsøk var tað frammanundan samband við gistingarhús, tó uttan at talan var um eitt formligt samstarv, sum kanska hevði verið við til at betra um fyrireikingina. Eftirmetingin hevur víst, at samband við aðrar partar, m.a. barrir, eisini hevði verið gagnligt í einari tílíkari støðu.

Trygdarviðurskiftini á stadionøkinum - við útliti til ein slíkan váðadyst - verða mett, í tøttum dialogi við tey, sum hava ábyrgd av dystinum, at kunna styrkjast. Vísast skal á, at trygdaruppgávan á stadion var loyst væl grundað á ítøkiliga hóttanarstøðið og talið av váðafjepparum. Tað var torført at kanna útivallafjeppararnar vegna teirra serliga atburð. Hetta verður mett at vera orsøkin til, at neyðbluss vóru nýtt undir dystinum. Tað er ikki greitt við vissu, hvussu neyðblussini vóru fingin til vega. Eftir dystin var støðan friðalig. Hetta stóðst serliga av einum vælskipaðum átaki, har føroyskir áskoðarar fyrst vórðu leiddir út, meðan útivallafjeppararnir bíðaðu á stadion.

Yvirskipað hevur eftirmetingin víst, at okkum tørvar eina greiða váðaflokking av fótbóltsdystum, sum neyvt og týðiliga kann vísa á trygdarátøk, sum eru hóskandi fyri at vísa aftur møguligari neiligari og harðligari atferð hjá váðafjepparum. Eftirmetingin hevur víst, at lóggávan á økinum kann styrkjast, so at tað er greitt, hvørji tiltøk kunnu setast í verk. Tað kann m.a vera forboð fyri at koma inn á stadion, um ein sum áskoðari hevur víst ein ávísan atburð.

Politiið tekur eftirmetingina til eftirtektar og er av teirri áskoðan, at tað, ið vit hava lært av hendingini, fer at brynja allar partar betur, skuldi ein líknandi hending komið fyri í framtíðini. Nøkur lærupunkt í hesi eftirmetingini kunnu ikki berast víðari í síni heild. Hetta er bæði við atliti at ráðlegging og almennum trygdarviðurskiftum í sambandi við, at dystir við stórum váða verða spældir.

Politiið hevur ikki fleiri viðmerkingar til eftirmetingina.

 


Evaluering af hændelsesforløbet af fodboldkampen mellem HB og Hajduk Split 1. august 2024

Politiet har i samarbejde med en række øvrige involverede parter gennemført en evaluering af hændelsesforløbet ved afviklingen af fodboldkampen den 1. august 2024. Før og under kampen opstod voldsomme hændelser, der ses lignende ved internationale kampe i Europa. Det er usædvanligt på Færøerne og efterlod et markant indtryk, der kaldte på en efterfølgende evaluering.

Kampen involverede et betydeligt antal risikofans (fans som er kendte for at lave ballade). Af samme grund blev der skabet en forudgående kontakt med bl.a. hoteller, uden det dog var et formelt samarbejde, som måske kunne have sikret bedre forberedelse. Evalueringen har vist, at kontakt til øvrige parter, herunder blandt andet værtshusmiljøet også med fordel kan forfølges.

Sikkerhedsforholdene på stadion - ved udsigt til en lignende risikokamp - vurderes gennem en tæt dialog med de ansvarlige for afvikling af kampen - potentielt at kunne optimeres yderligere. Det pointeres, at sikkerhedsopgaven på stadion blev løst godt ud fra det konkrete trusselsniveauet med det givne antal af risikofans. En visitation af udebanefans blev betydeligt besværliggjort på grund af deres særlige adfærd. Det vurderes at være årsagen til, der under kampen blev anvendt nødblus. Det har ikke været muligt at afdække, hvorledes nødblus var anskaffet. Efter kampen forløb situationen fredeligt, hvilket skyldtes en velkoordineret indsats, hvor færøske tilskuere blev ledt ud først og udebanefans blev holdt tilbage på stadion.

Mere generelt har evalueringen vist, at der mangler en klar risikoklassificering af fodboldkampe, der mere tydeligt kan anvise passende sikkerhedsforanstaltninger, for potentielt at imødegå negativ og voldsom adfærd fra risikofans. Evalueringen har påvist, at den færøske lovgivning på området kan styrkes, så det tydeliggøres hvilke sanktioner, der kan anvendes. Det kan eksempelvis være forbud mod at komme ind på stadion, hvis man som tilskuer udviser en bestemt adfærd.

Politiet tager evalueringen til efterretning, og er af den opfattelse, at de afdækkede læringspunkter i forbindelse med evalueringen vil ruste alle parter bedre, hvis der måtte ske en lignende hændelse i fremtiden. En række læringspunkter vil ikke kunne deles i sin helhed af hensyn til såvel planlægning som generelle sikkerhedsmæssige forhold under afvikling af en højrisiko-kamp.

Politiet har ikke yderligere kommentarer til evalueringen.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

25. september 2024

Føroya Politi

Stongt

Agreiðslurnar í Klaksvík og á Tvøroyri eru stongdar hósdagin

24. september 2024

Føroya Politi

Maður varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Ein maður í 30'unum er varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at deila pornografiskt tilfar av børnum

24. september 2024

Føroya Politi

Avgreiðslurnar í Runavík og á Sandi lata nú aftur

Frá 1. oktober verða avgreiðslurnar hjá politinum í Runavík og á Sandi latnar aftur