Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

8. september 2022 10:37

Treytaleys fongsulsrevsing fyri at smugla hash til Føroya

Treytaleys fongsulsrevsing fyri at smugla omanfyri 9 kilo av hashi til Føroya

Ein kvinna og tveir menn vóru í gjár dømdir í Føroya Rætti fyri at hava smuglað hash til Føroya.

Ein dani kom til Føroya við Norrønu tann 12. juni 2022. Við sær hevði hann omanfyri 9 kilo av hashi, sum var goymt í einum bili, ið var umbygdur til smuglingina.

Hashið bleiv funnið av tollvaldinum í samband við, at maðurin kom í land í Føroyum. Í staðin fyri at taka mannin beinanvegin, tá hann kom til Føroya, valdi løgreglan at fylgja við manninum við tí fyri eyga, at finna móttakaran av rúsevninum.

Tann 13. juni 2022 bleiv maðurin handtikin í samband við, at hashið bleiv handað tveimum føroyingum – einum manni og einari kvinnu.

Danin bleiv dømdur 1 ár og 6 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin og kvinnan, sum tóku ímóti hashinum, blivu dømd treytaleysa fongsulsrevsing í ávikavist 2 ár og 1 ár og 3 mánaðar.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).