Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

14. desember 2018 15:22

Vælkomin til eitt nýtt politi.fo

Politiið hevur í dag fingið eina nýggja heimasíðu. Frammyvir fer politi.fo at hava eitt meira nýmótans og brúkaravinarligt snið. Málið er, at tað verður lættari fyri borgaran, eins so væl sum virkir og miðlar, at finna teir upplýsingar, ið tey hava tørv á.

Samstundis skal tað verða lættari at fáa samband við politiið, um tygum hava eina fráboðan ella umsókn til okkum.

 

Eisini kann ein kunna politiið, um man hevur upplýsingar, ið kunnu hava týdning fyri okkara arbeiðið mótvegis lógarbrotum, ið vit stremba eftir at fyribyrgja.

 

Harumframt finna tygum eisini eina røð av ymiskum leiðbeiningum, t.d. hvat ein skal gera, um man  hevur tørv á nýggjum passi, revsiváttan ella søkja um nýtt pass, matstovuloyvi og almentloyvi og loyvi til størri tiltøk og veitingar.

 

Ein stórur partur av politi.fo er okkara tíðindaunivers. Undir slóðina  "Aktuelt" undir "Valmynd" finnur tú m.a. tíðindalistin, eftirlýsingar, lýsingar og tiltøk, tilbúgvingarfráboðanir og hagtøl.

 

Tygum finna eisini áleikandi eftirlýsingar av fólki, sum eitt hvørt eru saknaði ella eftirlýst. Harafturat finnur tú lýsingar um funnið tjóvagóðs, funnin djór og lutir í málum, har vit fegin vilja biða um hjálp fra borgaranum.

 

Heimasíðan  vísur harumframt ein lista yvir komandi tiltøk, har borgarin kann møta okkum. Tað kann eitt nú vera 112-dagarnir.

 

Politiið fer leypandi at víðka um heimasíðuna við fleiri møguleikum, nýggjar vegleiðingar og góð ráð. So er tað eitt hvørt, ið tú saknar á síðuni í núverðandi løtu so er tað óiva okkurt av tí, ið framvegis er í gerð.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).