Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

9. juni 2017 23:00

Vandaøkið er nú bert kring Varðan Pelagic

Avgerð er tikin um, at vandaøkið kring bygningarnar hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nú verður minkað.

Avgerð er tikin um, at vandaøkið kring bygningarnar hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nú verður minkað soleiðis, at bert sjálvt havnalagið frá Doktaragøtu og eystur eftir verður avbyrgt.

 

Av tí at ammoniak framvegis lekur út í smærri nøgdum, eins og vandi er fyri, at partar av bygninginum kunnu detta niður, kann væntast, at avbyrgt verður teir næstu dagarnar.

 

Teir seinastu borgarnir kunnu sostatt flyta heimaftur.

 

Politiið er nú so smátt byrjað sjálvt kanningararbeiðið og tað er tí ikki loyvt skip og bátum at leggja at bryggjukantinum við havnalagið.

 

Politiið hevur í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).