Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

4. juli 2017 23:00

Vanlukkan við Saksun í dag

Vanlukkan í Saksun seinnapartin í dag hevur kravt eitt mannalív.

Fráboðan kom á alarmsentralin í dag kl. 14.36 um, at 2 persónar vóru dotnir oman stutt sunnanfyri Saksun.

 

Teir vóru partur av einum fylgi á uml. 10 fólk, og av higartil ókendari orsøk, duttu 2 mans uml. 40 og 80 ára aldur einar 10 metrar niður í eina gjógv - Svínagjógv.

 

Tað er grýtið í gjónni, og fekk tann yngri so mikið stóran skaða av fallinum, at hann varð staðfestur deyður við komuna á Landssjúkrahúsið.

 

Tann eldri hevur eisini fingið álvarsliga skaða, og er til viðgerðar á Landssjúkrahúsinum.

 

Av tí at politiið ikki hevur fingið staðfest, um tey avvarandi eru kunnaði, ynskir politiið ikki at lýsa umstøðurnar nærri fyribils.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).