Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

18. juni 2017 23:00

Varðin Pelagic á Tvøroyri

Í samband við kanningararbeiðið, er ikki møguligt at nágreina, hvør orsøkin er til at eldur kom í bygningin.

Í samband við kanningararbeiðið, sum politiið setti í verk í niðurbrenda virkinum hja Varðin Pelagic á Tvøroyri, er ikki møguligt at nágreina, hvør orsøkin er til at eldur kom í bygningin.

 

Politiið er komið framm til, at eldurin er uppstaðin í økinum, sum varð brúkt til pakking.

 

Sveisiarbeiði vi CO2 var á tí staðnum, men alt bendir á, at sveisiarbeiðið er gjørt fult forsvarligt og eftir galdandi forskriftum.

 

Øll tann elektriska skipanin er so illa farin, at tað ikki hevur verið møguligt at finna nakað brek við skipanini.

 

Politiið metir tí, at tað ikki er møguligt at siga nágreinuliga, hvat orðsøkin til eldin hevur verið.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).