Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

22. juli 2025 12:05

Venjingar við Tjarnir í dag

Um fólk síggja vápnaðar politistar uppi við Tjarnir í dag er bert talan um venjingar. Venjingarnar byrja um middagsleitið og halda væntandi fram tað mesta av degnum. Venjingarnar eru partur av fyrireikingunum hjá Føroya Politi til Conference League-dystin millum HB og Brøndby, sum verður á Tórsvølli hóskvøldið 24. juli 2025.

Savnsmynd

 

Nógvar fyrireikingar til Conference League-dystin

 

Hóast Føroya Politi sjálvsagt vónar, at dysturin verður avgreiddur í einum góðum ítróttarligum anda, er politiið væl fyrireikað og væl mannað til ymisku støðurnar, sum kunnu koma fyri – bæði áðrenn dystin, undir dystinum og eftir dystin.

 

Føroya Politi verður til staðar á ymiskan hátt og verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini. Endamálið er at tryggja, at føroyska samfelagið kennist trygt, hóast at ein slíkur dystur verður spældur í Føroyum.

 

Av taktiskum orsøkum ber ikki til at greiða nærri frá, júst hvussu trygdin verður skipað í mun til Conference League-dystin, og tískil kann heldur ikki væntast, at Føroya Politi svarar fleiri spurningum hesum viðvíkjandi.

 

 

_____

 

 

Politiet træner ved Tjarnir i dag

 

Hvis man ser bevæbnede politifolk ved Tjarnir i dag, er det kun træning. Træningen starter omkring middagstid og forventes at fortsætte det meste af dagen. Træningen er en del af forberedelserne hos Færøernes Politi til Conference League-kampen mellem HB og Brøndby, som spilles på Tórsvøllur torsdag aften den 24. juli 2025.

 

 

Mange forberedelser til Conference League-kampen

Færøernes Politi håber naturligvis på, at der bliver tale om, at afviklingen af både kampen og, hvad der sker rundt om kampen både før og bag efter den, kommer til at ske i god sportslig ånd.

 

Men Færøernes Politi vil også gerne understrege, at vi er forberedte både på den forhåbentligt fredelige og ordentlige afvikling af kampen og det rundt omkring denne og på den lidt mere ufredelige og uskønne afvikling af kampen.

 

Færøernes Politi har sikret, at vi har de tilstrækkelige ressourcer til at kunne håndtere et uønsket forløb før, under og efter kampen. Vi vil være til stede, både synligt og mindre synligt, med det klare formål at sikre, at hvad der sker forbindelse med kampen, sker på en sådan måde, at det færøske samfund føles trygt og sikkert.

 

Af operative hensyn kan der ikke gives yderligere oplysninger om, hvordan arbejdet tilrettelægges, og der kan derfor heller forventes besvaret yderligere spørgsmål.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

27. oktober 2025

Føroya Politi

Føroysk børn síggja og deila ólógligt seksuelt tilfar

Føroya Politi fær í hesum døgum fleiri fráboðanir frá NCMEC (National Center for Missing & Exploited Children), um at fleiri føroysk børn í aldrinum 11-14 ár deila seksuelt tilfar av føroyskum børnum og ungum á teimum sosialu miðlunum. Gongdin er ørkymlandi, og fáa vit ikki steðgað hesum, kunnu vit vænta, at fleiri føroysk ung skjótt fáa eina skuldsetning og harvið ein blett á barnaváttanina, ljóða greiðu boðini frá politinum.

10. oktober 2025

Føroya Politi

Nyt grænsekontrolsystem fra 12. oktober 2025

Den 12. oktober tager politiet det nye grænsekontrolsystem EES (Entry-Exit-System) i brug på de ydre Schengengrænser. EES er et elektronisk system, hvor ind- og udrejser af Schengenområdet registreres elektronisk med biometriske data for den rejsende samt ind- og udrejsedato.

6. oktober 2025

Føroya Politi

Sjey dómar í neydtøkumálum seinastu trý árini

Seinastu tíðina hevur nógv umrøða verið av neyðtøkuøkinum í Føroyum og av dómum í neyðtøkumálum. Føroya Politi hevur nú útgreinað hagtølini á økinum. Frá 2022-2024 eru sjey persónar dømdir í neyðtøkumálum. Trý mál endaðu við frídøming í rættinum.