Um revsiváttanir
Revsiváttan fæst við at venda tær persónliga til politistøðina, og innflýggja umsókn um revsiváttan.
Hevur tú danskt CPR nr. og NemID ber til at søkja um revsiváttania á tí donsku politi heimasíðuni.
Tá umsóknin verður latin inn, skal samleikaprógv (identitetsprógv) havast við.
Persónar yngri enn 18 ár fáa tó bert eina revsiváttan, um foreldur ella verji hava givið sítt samtykki í hesum.
Í revsiváttanini verður bert skrivað upplýsingar, sum eru í avgerðarskrásetingini hjá løgregluni um brot á borgarligu revsilógini og lógina um euforiserandi evni.
Tó eru hesar avmarkingar:
- Ákærufráfall verður ikki skrivað, um 2 ár eru liðin síðani ákærufráfallið er góðkent i rættinum
- Revsingar við bót verða ikki skrivaðar, um 2 ár eru liðin síðani endaligu avgerðina
- Aðrar avgerðir verða ikki skrivaðar, um 3 ár eru liðin síðani endaligu avgerðina
- Um hann, sum avgerðin fevnir um, hevur verið inni og sitið, verður avgerðin tó skrivað, um ikki 5 ár eru liðin síðani viðkomandi endaliga varð leyslatin
- Fyriskipanir smb. revsilógarinnar § 68-70 verða ikki skrivaðar, um 5 ár eru liðin síðani fyriskipanin endaliga var sett úr gildi
Omanfyri nevndu avgerðir vera ikki skrivaðar í revsiváttanina, um so er, at hesar revsireglur seinni eru settar úr gildi.
Er talan um brot framd av ungum millum 15 og 18 ár, er tann avmarking galdandi, at revsingar við bót verða ikki skrivaðar, um tað er fyrstu ferð viðkomandi fær eina avgerð fyri brot á revsilógina, og 1 ár er liðið síðani endaligu avgerðina